Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1997

68. fundur

mánadagin 22. juni 1998

kl. 13.00

 

Ár 1998, mánadagin 22. juni, kl. 13.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Rúna Sivertsen, Katrin Dahl Jakobsen, Flemming Mikkelsen, Jenis av Rana, Marjus Dam, Hans Tausen Olsen, Hergeir Nielsen og Finnbogi Ísakson, løgmaður, landsstýrismennninir Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Signar á Brúnni og Helena Dam á Neystabø og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 164/1997: Uppskot til samtyktar um staðfesting av STCW-F sáttmálanum um útbúgving, sjóvinnu og vaktarhald fyri manning á fiskiskipum.

Málið beint í vinnunevndina.

2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 165/1997: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjómenn.

Málið beint í vinnunevndina.

3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 166/1997: Uppskot til løgtingslóg um manning av skipum.

Málið beint í vinnunevndina.

Tingmálini nr. 164, 165 og 166 vórðu viðgjørd undir einum.

4. Framløga.

Uttanlandsnevndin legði fram álit í tingmáli nr. 163/1997: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu frá 10. juni 1998 millum Ríkisstjórn Danmarkar og Føroya Landsstýrið.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 24. juni 1998 kl. 14.00 við hesi dagsskrá:

1) 2. viðgerð av tingmáli nr.163/1997: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu frá 10. juni 1998 millum Ríkisstjórn Danmarkar og Føroya Landsstýrið.

2) Framløga.

Fundur lokin kl. 14.20

Bjarni Djurholm
løgtingsformaður

 

/Marius Rein
skrivari