Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1997

67. fundur

hósdagin 18. juni 1998

kl. 10.00

 

Ár 1998, hósdagin 18. juni, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan á Lakjuni, Katrin Dahl Jacobsen og Flemming Mikkelsen og Signar á Brúnni, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1. Framløga.

John Petersen landsstýrismaður legði, vegna landsstýrið, fram tingmálini nr. 164/1997: Uppskot til samtyktar um staðfesting av STCW-F sáttmálanum um útbúgving, sjóvinnu og vaktarhald fyri manning á fiskiskipum, nr. 165/1997: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjómenn og nr. 166/1997: Uppskot til løgtingslóg um manning av skipum.

21 tingmenn viðmæltu, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at uppskotini koma til viðgerðar.

2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 163/1997: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu frá 10. juni 1998 millum Ríkisstjórn Danmarkar og Føroya Landsstýrið.

Fundur niðurlagdur kl. 11.50
Fundur uppafturtikin kl. 14.00

Málið beint í uttanlandsnevndina.

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin 22. juni 1998 kl. 13.00 við hesi dagsskrá:

1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 164/1997: Uppskot til samtyktar um staðfesting av STCW-F sáttmálanum um útbúgving, sjóvinnu og vaktarhald fyri manning á fiskiskipum.
2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 165/1997: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjómenn.
3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 166/1997: Uppskot til løgtingslóg um manning av skipum.
Málini verða viðgjørd undir einum.
4. Framløga.

Fundur lokin kl. 14.55

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari