Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1997

66. fundur

týsdagin 16. juni 1998

kl. 10.00

Ár 1998, týsdagin 16. juni, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Rúna Sivertsen, Katrin Dahl Jacobsen, Flemming Mikkelsen, Finnur Helmsdal og Hergeir Nielsen og landsstýrismenninir Høgni Hoydal og Signar á Brúnni vóru ikki á fundi.

Farloyvi:

Skriv frá Tórbjørn Jacobsen, dagfest 15. juni 1998 um farloyvi til 26. juni 1998. Formaðurin heitti á Bjarna Djurholm, Páll á Reynatúgvu og Jóannes Eidesgaard um at kanna hvør er næstur á lista Tjóðveldis-floksins í Eysturoya valdømi. Bjarni Djurholm mælti til, vegna seg sjálvan, Páll á Reynatúgvu og Jóannes Eidesgaard, at Hans Tausen Olsen tekur sæti á tingi fyri Torbjørn Jacobsen.

Samtykt 26-0-0.

Til viðgerðar:

1. Framløga.

Løgmaður legði vegna landsstýrið fram tingmál nr. 163/1997: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu frá 10. juni 1998 millum Ríkisstjórn Danmarkar og Føroya Landsstýrið.

21 tingmenn viðmæltu, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at uppskotið kemur til viðgerðar.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 18. juni 1998 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 163/1997: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu frá 10. juni 1998 millum Ríkisstjórn Danmarkar og Føroya Landsstýrið.

2. Framløga.

Fundur lokin kl. 10.35

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari