Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

38. fundur

 

Ár 2007, hósdagin, 29. november, kl. 9.30 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Johan Dahl og Heidi Petersen, landsstýrismenninir  Jógvan á Lakjuni, Heðin Zachariasen og Bjørn Kalsø, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.
 

Til viðgerðar:

 

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 88/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om aktieselskaber”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-0.
Málið avgreitt

 

2.        3. viðgerð av tingmáli nr. 89/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”årsregnskabsloven”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0.
Málið avgreitt

 

3.        2. viðgerð av tingmáli nr. 36/2007: Uppskot til løgtingslóg um fast samband millum Sandoy og Streymoy
Uppskot frá Kára P. Højgaard um at beina málið aftur í nevnd fall 2-1-24. Broytingaruppskot frá meirilutanum í
vinnunevndini, Henrik Old, Johan Dahl, Kjartan Joensen, Inga Olsen og Gerhard Lognberg, til heiti og §§ 1 og 2 samtykt 24-3-1. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 24-2-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.        2. viðgerð av tingmáli nr. 62/2007: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi lov nr. 185 af 20. maj 1933 angående privat arbejdsanvisning
§§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

5.        2. viðgerð av tingmáli nr. 63/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð
§§ 1 og 2 fullu 2-2-23.
Málið avgreitt
 

6.        2. viðgerð av tingmáli nr. 64/2007: Uppskot til løgtingslóg um løggildar og skrásettar grannskoðarar
Broytingaruppskot frá samdari
vinnunevnd til §§ 9, 18, 29 og 30 samtykt 22-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 22-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

7.        1. viðgerð av tingmáli nr. 95/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om anvendelse af tvang i psykiatrien”
Málið beint í trivnaðarnevndina
 

8.        1. viðgerð av tingmáli nr. 91/2007: Uppskot til løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum
Málið beint í fíggjarnevndina
 

9.        1. viðgerð av tingmáli nr. 97/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
Málið beint í vinnunevndina
 

10.    1. viðgerð av tingmáli nr. 96/2007: Uppskot til broyting í Tingskipanini
Málið beint í rættarnevndina
 

11.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at
vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 101/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matvørur v.m.
 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 30. november 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        1. viðgerð av tingmáli nr. 98/2007: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2006
Málið verður beint í fíggjarnevndina

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 99/2007: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2006

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 104/2007: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri fíggjarárið 2006

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 105/2007: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2006
Tingmálini nr. 99/2007, nr. 104/2007 og nr. 105/2007 verða viðgjørd undir einum

5.        2. viðgerð av tingmáli nr. 18/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting

6.        2. viðgerð av tingmáli nr. 42/2007: Uppskot til løgtingslóg um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum

7.        2. viðgerð av tingmáli nr. 50/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

8.        2. viðgerð av tingmáli nr. 60/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fyribyrgingarráð

9.        2. viðgerð av tingmáli nr. 61/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 70/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 71/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónur

12.    2. viðgerð av tingmáli nr. 28/2007: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslógini um almannapensjónir o.a.

13.    2. viðgerð av tingmáli nr. 39/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

14.    2. viðgerð av tingmáli nr. 41/2007: Uppskot til samtyktar um hjúnabandslóggávu mótvegis almannalóggávu

15.    Framløga 

 

Fundur lokin kl. 16.55 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivar
i