Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

31. fundur

 

Ár 2007, fríggjadagin, 16. november, kl. 9.30 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Marjus Dam, Heðin Zachariasen og Jenis av Rana, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, landsstýrismenninir Jógvan á Lakjuni, Jacob Vestergaard og Bjørn Kalsø, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

 

1.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-32/2007 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi oljudálkingina í Vági tann 6. desember 2006
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 79/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar
Málið beint í trivnaðarnevndina
 

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 80/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Málið beint í trivnaðarnevndina
Tingmálini nr. 79/2007 og nr. 80/2007 vórðu viðgjørd undir einum.
 

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 88/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om aktieselskaber”
Málið beint í vinnunevndina
 

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 89/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Årsregnskabsloven”
Málið beint í vinnunevndina
Tingmálini nr. 88/2007 og nr. 89/2007 vórðu viðgjørd undir einum.
 

6.        1. viðgerð av tingmáli nr. 65/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins
Málið beint í fíggjarnevndina
 

7.        1. viðgerð av tingmáli nr. 69/2007: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi sáttmála millum Føroya landsstýri og Ríkisstjórnina fyri Stóra Bretland og Norður Írland til tess at sleppa undan tvískatting og fíggjarligum undandrátti, hvat inntøku- og kapitalvinningsskatti viðvíkur
Málið beint í fíggjarnevndina
 

8.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Magni Laksáfoss, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 91/2007: Uppskot til løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum, at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 103/2007: Uppskot til samtyktar um endurskipan av Húsalánsgrunninum, og at
trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 6/2007: Uppskot til samtyktar um studningslán til bústaðir til fólk við skerdum førleika
 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 20. november 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        2. viðgerð av tingmáli nr. 54/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om finansiel virksomhed”

2.        2. viðgerð av tingmáli nr. 31/2007: Uppskot til samtyktar um at byggja altjóða flogvøll í Føroyum

3.        2. viðgerð av tingmáli nr. 40/2007: Uppskot til samtyktar um Demokratia

4.        2. viðgerð av tingmáli nr. 43/2007: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi kanning av alternativari flogvallaútbygging í Føroyum

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 52/2007: Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking til vega- og tunnilsgerð millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy
Málið verður beint í vinnunevndina

6.        1. viðgerð av tingmáli nr. 53/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir
Málið verður beint í vinnunevndina

7.        1. viðgerð av tingmáli nr. 57/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matrikulering og sundurbýti v.m.
Málið verður beint í rættarnevndina

8.        1. viðgerð av tingmáli nr. 59/2007: Uppskot til løgtingslóg um bygging av sambýli í Tórshavn til sinnisveik
Málið verður beint í trivnaðarnevndina

9.        1. viðgerð av tingmáli nr. 62/2007: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi lov nr. 185 af  20. maj 1933 angående privat arbejdsanvisning
Málið verður beint í vinnunevndina

10.    1. viðgerð av tingmáli nr. 63/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð
Málið verður beint í vinnunevndina

11.    Framløga  

 

Fundur lokin kl. 16.20 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivar
i