Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

29. fundur

 

Ár 2007, týsdagin, 6. november, kl. 9,30 varð tingfundur settur.

 

Poul Michelsen, løgtingsmaður, Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:
 

1.        Framhaldandi 3. viðgerð av tingmáli nr. 17/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
Broytingaruppskot frá Annitu á Fríðriksmørk o.fl. tikið aftur av uppskotssetarunum. Broytingaruppskot frá samdari
vinnunevnd til § 1 í áliti II samtykt 27-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð,  endaliga samtykt 27-0-0.
Málið avgreitt

 

2.        2. viðgerð av tingmáli nr. 32/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni
§§ 1 og 2 samtyktar 23-2-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

3.        2. viðgerð av tingmáli nr. 33/2007: Uppskot til løgtingslóg um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál
§§ 1 til og við 4 samtyktar 24-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.        2. viðgerð av tingmáli nr. 38/2007: Uppskot til samtyktar um inngjald í barsilsskipanina
Uppskot til samtyktar fall 8-0-16.
Málið avgreitt
 

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 54/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om finansiel virksomhed”
Málið beint í fíggjarnevndina
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.10

Fundur uppafturtikin kl. 12.45
 

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 55/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
Málið beint í fíggjarnevndina
 

7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 56/2007: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2007
Málið beint í fíggjarnevndina
 

8.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, vegna Sjálvstýrisflokkin hevur lagt fram tingmálini nr. 74/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m., og nr. 85/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Løgtingið, at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 86/2007: Uppskot til løgtingslóg um útleigan av bústøðum (leigulógin), og at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 88/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om aktieselskaber
og nr. 89/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”årsregnskabsloven”.

Hesir tingmenn viðmæla, at uppskotini nr. 88/2007 og nr. 89/2007 kunnu leggjast fram og viðgerðast: Jørgen Niclasen, Anfinn Kallsberg, Kristian Magnussen, Heðin Zachariasen, Olav Enomoto, Marjus Dam, Jógvan við Keldu, Gerhard Lognberg, Henrik Old, John Johannessen, Lisbeth L. Petersen, Óli Breckmann, Andrias Petersen, Vilhelm Johannesen, Kjartan Joensen og Páll á Reynatúgvu.
 

Formaðurin fráboðaði hesar skrivligu fyrispurningar:
Nr. S-30/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi El-kaðali millum Føroya og Íslands og
nr. S-31/2007 til Magna Laksáfoss, landsstýrismann, frá Olav Enomoto, løgtingsmanni, viðvíkjandi pensjónum

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 15. november 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-30/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi El-kaðali millum Føroya og Íslands

2.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurningur nr. S-31/2007 til Magna Laksáfoss, landsstýrismann, frá Olav Enomoto, løgtingsmanni, viðvíkjandi pensjónum

3.        3. viðgerð av tingmáli nr. 32/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni

4.        3. viðgerð av tingmáli nr. 33/2007: Uppskot til løgtingslóg um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 60/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fyribyrgingarráð
Málið verður beint í trivnaðarnevndina

6.        1. viðgerð av tingmáli nr. 61/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum
Málið verður beint í trivnaðarnevndin
a

7.        1. viðgerð av tingmáli nr. 64/2007: Uppskot til løgtingslóg um løggildar og skrásettar grannskoðarar
Málið verður beint í vinnunevndina

8.        1. viðgerð av tingmáli nr. 70/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Málið verður beint í trivnaðarnevndina

9.        1. viðgerð av tingmáli nr. 71/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónur
Málið verður beint í trivnaðarnevndina

10.    1. viðgerð av tingmáli nr. 72/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku
Málið verður beint í trivnaðarnevndin
a

11.    Framløga  

 

 

Fundur lokin kl. 16.55 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari