Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

27. fundur

 

Ár 2007, fríggjadagin, 26. oktober, kl. 9,30 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Sverre Midjord, John Johannessen, Páll á Reynatúgvu og Heðin Zachariasen, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, landsstýrismenninir Jacob Vestergaard og Magni Laksáfoss og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

 

1.        Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, svaraði skrivligum fyrispurningi nr. S-8/2007 frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tiltøkum móti happing í fólkaskúlanum
Málið avgreitt
 

2.        Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, svaraði skrivligum fyrispurningi nr. S-9/2007 frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi talinum av ungum, sum hava roynt sjálvmorð
Málið avgreitt
Svarini upp á skrivligu fyrispurningarnar S-8/2007 og S-9/2007 vórðu viðgjørd undir einum.
 

3.        Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, svaraði skrivligum fyrispurningi nr. S-11/2007 frá Heidi Petersen,  løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikanum hjá føroyingum at veiða makrel
Málið avgreitt
 

4.        Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, svaraði skrivligum fyrispurningi nr. S-14/2007 frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi Landssjúkrahúsinum
Málið avgreitt
 

5.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmáli nr. 60/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fyribyrgingarráð, og nr. 61/2007. Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum, og at
vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 32/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, nr. 33/2007: Uppskot til løgtingslóg um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál og nr. 38/2007: Uppskot til samtyktar um inngjald í barsilsskipanina.
 

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á
skrivligan fyrispurning nr. S-12/2007 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí at fáa útisetar heim aftur til Føroyar.
 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 2. november 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
 

1.        Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-23/2007 til  Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi teknmálsráðgeving og -undirvísing  í Føroyum

2.        Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-25/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroysk-týskari orðabók

3.        Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-12/2007 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí at fáa útisetar heim aftur til Føroyar 

4.        Framløga

 

Fundur lokin kl. 15.25 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari