Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

24. fundur

 

Ár 2007, týsdagin, 23. oktober, kl. 9,30 varð tingfundur settur.

 

Magni Laksáfoss, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

 

1.        2. viðgerð av tingmáli nr. 5/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting
Uppskot frá Henrik Old um at beina málið aftur í nevnd fall 15-0-17. Broytingaruppskot frá minnilutanum í
rættarnevndini, Marjus Dam, Kristian Magnussen og Sverra Midjord, til § 2 fall 14-0-18. Broytingaruppskot frá meirilutanum í rættarnevndini, Poul Michelsen, Kaj Leo Johannesen, Finni Helmsdal og Bill Justinussen, til § 1 samtykt 17-2-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 19-0-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.30

Fundur uppafturtikin kl. 13.00
 

2.        3. viðgerð av tingmáli nr. 17/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
Broytingaruppskot frá Annitu á Fríðriksmørk, Høgna Hoydal, Finni Helmsdal, Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen til § 1 lagt fram.
Uppskot frá Andrias Petersen um at beina málið aftur í nevnd samtykt 21-0-4. Málið beint aftur í vinnunevndina.
 

3.        3. viðgerð av tingmáli nr. 23/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð
Uppskot frá Kára P. Højgaard um at beina málið aftur í nevnd fall 6-0-25.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-3-0.
Málið avgreitt

 

4.        2. viðgerð av tingmáli nr. 7/2007: Uppskot til samtyktar um heilsuátøk í skúlum
Uppskot til samtyktar fall 11-0-17.
Málið avgreitt
 

5.        2. viðgerð av tingmáli nr. 21/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
§§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
 

6.        2. viðgerð av tingmáli nr. 22/2007: Uppskot til løgtingslóg um fosturtøkunevnd
§§ 1 til og við 7  fullu 4-2-20.
Málið avgreitt
 

7.        1. viðgerð av tingmáli nr. 39/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
Málið beint í trivnaðarnevndina
 

8.        1. viðgerð av tingmáli nr. 42/2007: Uppskot til løgtingslóg um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum
Málið beint í trivnaðarnevndina
 

9.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 53/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir, og at Magni Laksáfoss, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 54/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om finansiel virksomhed”


Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 44/2007: Uppskot til løgtingslóg um lutaíbúðafeløg, 1. viðgerð av tingmáli nr. 45/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna forsorg, og svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-5/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi Hvalbiartunlinum og øðrum ikki dagførdum eldri tunlum.
 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 24. oktober 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        1. viðgerð av tingmáli nr. 44/2007: Uppskot til løgtingslóg um lutaíbúðafeløg
Málið verður beint í trivnaðarnevndina

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 45/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna forsorg
Málið verður beint í trivnaðarnevndina
Tingmálini nr. 44/2007 og nr. 45/2007 verða viðgjørd undir einum

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 46/2007: Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag at byggja og at reka granskarapark
Málið verður beint í vinnunevndina

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 47/2007: Uppskot til løgtingslóg um at nýta part av stovnsfænum hjá Vinnuframagrunninum at seta í partafelag at byggja og at reka granskarapark
Málið verður beint í vinnunevndina
Tingmálini nr. 46/2007 og nr. 47/2007 verða viðgjørd undir einum

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 41/2007: Uppskot til samtyktar um hjúnabandslóggávu mótvegis almannalóggávu
Málið verður beint í trivnaðarnevndina

6.        Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-6/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi stuðli til virksemi hjá føroyingafeløgum uttanlands 

7.        Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-8/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tiltøkum móti happing í fólkaskúlanum  

8.        Framløga  

 

Fundur lokin kl. 18.10 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari