Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

23. fundur

 

Ár 2007, mikudagin, 17. oktober, kl. 9,30 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Henrik Old og Páll á Reynatúgvu, landsstýrismenninir Hans Pauli Strøm, Jacob Vestergaard og Bjørn Kalsø, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

 

1.        Atkvøðugreiðsla um skrivligann fyrispurning nr. S-29/2007 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi minstainnláni í Landsbanka Føroya, skuld, einskiljing og búskapargrunni
Samtykt 17-0-1 at fyrispurningurin skal svarast.
 

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (harðari revsing fyri neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum)
Málið beint í rættarnevndina
 

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 37/2007: Uppskot til samtyktar um inngjald í samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin
Málið beint í fíggjarnevndina
 

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2007: Uppskot til samtyktar um inngjald í barsilsskipanina
Málið beint í vinnunevndina

Tingmálini nr. 37/2007 og nr. 38/2007 vórðu viðgjørd undir einum.
 

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2007: Uppskot til samtyktar um Demokratia
Málið beint í vinnunevndina
 

6.        1. viðgerð av tingmáli nr. 48/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin)
Málið beint í fíggjarnevndina
 

7.        1. viðgerð av tingmáli nr. 49/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Barnafrádráttur)
Málið beint í fíggjarnevndina
 

8.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at
rættarnevndin hevur lagt fram álit í  tingmáli nr. 5/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 23. oktober 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 17/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan

2.        3. viðgerð av tingmáli nr. 23/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð

3.        2. viðgerð av tingmáli nr. 5/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting

4.        2. viðgerð av tingmáli nr. 7/2007: Uppskot til samtyktar um heilsuátøk í skúlum

5.        2. viðgerð av tingmáli nr. 21/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg

6.        2. viðgerð av tingmáli nr. 22/2007: Uppskot til løgtingslóg um fosturtøkunevnd

7.        1. viðgerð av tingmáli nr. 39/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
Málið verður beint í trivnaðarnevndina

8.        1. viðgerð av tingmáli nr. 42/2007: Uppskot til løgtingslóg um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum
Málið verður beint í trivnaðarnevndina

9.        1. viðgerð av tingmáli nr. 44/2007: Uppskot til løgtingslóg um lutaíbúðarfeløg
Málið verður beint í trivnaðarnevndina

10.    1. viðgerð av tingmáli nr. 45/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna forsorg
Málið verður beint í trivnaðarnevndina
Tingmálini nr. 44 og 45/2007 verða viðgjørd undir einum

11.    Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-5/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi Hvalbiartunlinum og øðrum ikki dagførdum eldri tunlum 

12.    Framløga

 

Fundur lokin kl. 18.45

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari