Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

21. fundur

 

Ár 2007, fríggjadagin, 12. oktober, kl. 9,30 varð tingfundur settur.

 

Landsstýrismenninir Hans Pauli Strøm, Jógvan á Lakjuni, Jacob Vestergaard og Magni Laksáfoss og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

 

1.        1. viðgerð av tingmál nr. 16/2007: Uppskot til samtyktar um at skipa tjóðarlundir í Føroyum
Málið beint í rættarnevndina
 

2.        Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-28/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi almenna partafelagnum Postverki Føroya
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

3.        2. viðgerð av tingmáli nr. 14/2007: Uppskot til samtyktar um EFTA og ræði á málum og málsøkjum
Uppskot til samtyktar fall 10-0-14.
Málið avgreitt
 

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 27/2007: Uppskot til løgtingslóg um barnaumboðsmann
Málið beint í trivnaðarnevndina
 

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 28/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
Málið beint í trivnaðarnevndina
 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 16. oktober 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá
 

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 8/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum vinnufeløg, vinnugrunnar og ársroknskaparlóggávu)

2.        2. viðgerð av tingmáli nr. 17/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan

3.        2. viðgerð av tingmáli nr. 23/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni
Málið verður beint í vinnunevndina

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2007: Uppskot til løgtingslóg um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál
Málið verður beint í vinnunevndina

6.        1. viðgerð av tingmáli nr. 31/2007: Uppskot til samtyktar um at byggja altjóða flogvøll í Føroyum
Málið verður beint í vinnunevndina

7.        1. viðgerð av tingmáli nr. 43/2007: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi kanning av alternativari flogvallarútbygging í Føroyum
Málið verður beint í vinnunevndina
Tingmálini nr. 31/2007 og nr. 43/2007 verða viðgjørd undir einum

8.        Framløga 

 

Fundur lokin kl. 15.45 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari