Løgtingsins gerðabók fyri
tingsetuna 2007
11. fundur
Ár 2007, hósdagin, 13. september, kl. 9,30 varð
tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Olav Enomoto, Kristian Magnussen og Andrias Petersen, Jacob
Vestergaard, landsstýrismaður, og Søren
Christensen,
ríkisumboðsmaður,
vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
-
1. viðgerð av tingmáli
nr. 13/2007: Uppskot
til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya
Málið varð beint í fíggjarnevndina.
-
Atkvøðugreiðsla
um fyrispurning
nr. S-7/2007
til Hans Paula
Strøm, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi
ráðgevandi toymi fyri kvinnur.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
-
Atkvøðugreiðsla
um fyrispurning
nr. S-8/2007
til Jógvan á
Lakjuni, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi
tiltøkum móti happing í fólkaskúlanum.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
-
Atkvøðugreiðsla
um fyrispurning
nr. S-9/2007
til Jógvan á
Lakjuni, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi
talinum av ungum, sum hava roynt sjálvmorð.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
-
Atkvøðugreiðsla
um fyrispurning
nr. S-10/2007
til Jógvan á
Lakjuni, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi
arbeiðsumstøðunum á Tjóðpalli Føroya.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
-
Atkvøðugreiðsla
um fyrispurning
nr. S-11/2007
til Bjørn Kalsø,
landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikanum
hjá føroyingum at veiða makrel.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
-
Atkvøðugreiðsla um
fyrispurning
nr. S-12/2007 til
Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi
tí at fáa útisetar heim aftur til Føroyar.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
-
1. viðgerð av
tingmáli
nr. 8/2007:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og
málsøkjum (yvirtøka av málsøkjunum vinnufeløg, vinnugrunnar og
ársroknskaparlóggávu)
Málið varð beint í
uttanlandsnevndina.
-
1. viðgerð av
tingmáli
nr. 14/2007:
Uppskot til samtyktar um EFTA og ræði á málum og málsøkjum
Málið varð beint í uttanlandsnevndina.
- Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Heidi Petersen, løgtingsmaður, vegna
Tjóðveldisflokkin hevur lagt fram tingmál
nr. 16/2007: Uppskot til samtyktar um at skipa tjóðarlundir í Føroyum,
at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram
tingmál
nr. 21/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna
forsorg, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt
fram tingmál
nr. 23/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
landsjørð
Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli
nr. 15/2007:
Uppskot til samtyktar um vakstraravtalu fyri Suðuroynna
Formaðurin setti næsta fund at
verða týsdagin 18. september 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
1.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 17/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
barsilsskipan
Málið verður beint í vinnunevndina.
2.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 19/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. (barnaískoyti til einsamallar
uppihaldarar)
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
3.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 20/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og
javning av almannaveitingum (barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar).
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
4.
Framløga.
Fundur lokin kl.16.20
Edmund
Joensen
løgtingsformaður
/Armgarð Godtfred
skrivari