Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

4. fundur

 

Ár 2007, fríggjadagin, 10. august, kl. 9.30, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen, Vilhelm Johannesen, Sverre Midjord, Poul Michelsen og Jenis av Rana og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 2/2007: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juli 2007
Málið beint í fíggjarnevndina
 

2.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 4/2007: Uppskot til løgtingslóg um tryggingarvirksemi, og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 1/2007:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
 

Formaðurin fráboðaði hesar skrivligu fyrispurningar
Nr. S-1/2007 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bjargingararbeiðnum, tá ið russiski trolarin ”Olshana” rendi á Flesjarnar í Tangafirði og sakk hin 3. august 2007, og
nr. S-2/2007 til Søren Christensen, ríkisumboðsmann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroysku sendistovuumboðanini samsvarandi felagslýsingini, undirritað í Fámjin 29. mars 2005
 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 14. august 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
 

1.      Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-1/2007 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bjargingararbeiðnum, tá ið russiski trolarin ”Olshana” rendi á Flesjarnar í Tangafirði og sakk hin 3. august 2007

2.      Atkvøðugreiðsla um uppskot um at velja limirnar í Útnorðurráðnum av nýggjum

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

4.      Framløga 

 

 

Fundur lokin kl. 11.35

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari