Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007
3. fundur
Ár 2007, fríggjadagin, 3. august, kl. 9.00, varð tingfundur settur.
Til viðgerðar:
1.
Val av tveimum limum
og tveimum tiltakslimum til Norðurlandaráðið
Formaðurin boðaði frá, at
Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og
Sjálvstýrisflokkurin við 25 tingmonnum hava gjørt valbólk í sambandi við val av
limum í Norðurlandaráðið.
Vald vóru:
Fastir limir:
1. Jógvan við Keldu
2. Kári P. Højgaard
Varalimir:
1.
Óli Breckmann
2. Lisbeth L. Petersen
2.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
1/2007: Uppskot til løgtingslóg um
broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Málið beint í vinnunevndina.
3.
Framhald av umrøðuni av løgmansrøðuni á ólavsøku
Málið avgreitt.
Formaðurin setti næsta fund at verða
fríggjadagin 10.august 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
1.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
2/2007: Uppskot til
eykajáttanarløgtingslóg fyri juli 2007
Málið verður beint í fíggjarnevndina
2. Framløga.
Fundur lokin kl. 19.12
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari