Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

1. fundur

 

Ár 2007, ólavsøkudag, kl. 13.00, varð tingfundur settur.

  

Løgtingsformaðurin lýsti tingsetuna 2007 at vera setta sambært § 10 í stýrisskipanarlógini.

  

Til viðgerðar:

 

1.    Løgmaður greiddi, sambært stýrisskipanarlógini § 12, stk. 1, frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja
 

2.    Framløga

Formaðurin boðaði frá, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna lands­stýrið hevur lagt fram tingmál nr. 1/2007: Uppskot til løgtings­lóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 1. august 2007, kl. 9.00, við hesi dagsskrá:

 

1.    Umrøða av løgmansrøðuni á ólavsøku

2.    Framløga

  

Fundur lokin kl. 13.37

  

Edmund Joensen

løgtingsformaður

 

/Marius Rein
skrivari