Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

94. fundur

 

Ár 2006, hósdagin 4. mai, kl. 10.05 varð tingfundur settur.

 

Johan Dahl, løgtingsmaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 86/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini
Uppskot frá Henrik Old um at beina málið aftur í nevnd samtykt 18-2-11. Málið beint aftur í vinnunevndina.
 

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 107/2005: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til útbygging av Tekniska Skúlanum í Klaksvík
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
Málið avgreitt.

 

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 96/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtingslógum í sambandi við Hoyvíkssáttmálan
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
Málið avgreitt.

 

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 1-14/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2006-2
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
Málið avgreitt.
 

5.      3. viðgerð av tingmáli nr. 62/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
Málið avgreitt.

 

6.      3. viðgerð av tingmáli nr. 63/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin)
Broytingaruppskot frá Karsten Hansen, Høgna Hoydal og Páll á Reynatúgvu til § 1 fall 14-0-17. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-1-8.
Málið avgreitt
 

Fundur niðurlagdur kl. 11.35

Fundur uppafturtikin kl. 13.30

.

7.      3. viðgerð av tingmáli nr. 80/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
Málið avgreitt.

 

8.      3. viðgerð av tingmáli nr. 87/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og ymsum øðrum skatta- og avgjaldslógum (renturokning)
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
Málið avgreitt.

 

9.      3. viðgerð av tingmáli nr. 90/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
Málið avgreitt.

 

10.  3. viðgerð av tingmáli nr. 91/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
Málið avgreitt.

 

11.  3. viðgerð av tingmáli nr. 92/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønarhæddaravgjald
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
Málið avgreitt.
 

12.  3. viðgerð av tingmáli nr. 93/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Realkredittstovn (Realin)
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
Málið avgreitt.

 

13.  3. viðgerð av tingmáli nr. 58/2005: Uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-1.
Málið avgreitt.

 

14.  2. viðgerð av tingmáli nr. 71/2005: Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
Uppskot frá Kaj Leo Johannesen um at beina málið aftur í nevnd fall 15-0-16. Broytingaruppskot frá minnilutanum í fíggjarnevndini, Kaj Leo Johannesen og Lisbeth L. Petersen, til § 2 fall 6-0-25. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 1 samtykt 16-2-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 16-0-15. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

15.  2. viðgerð av tingmáli nr. 116/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fyribyrgingarráð
§§ 1 og 2 samtyktar 26-1-4.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

16.  Frávik
Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir Heðin Zachriasen, Óli Breckmann, Jørgen Niclasen, Poul Michelsen, Andrias Petersen, John Johannessen, Kristian Magnussen, Henrik Old, Gerhard Lognberg, Sverre Midjord, Vilhelm Johannesen, Alfred Olsen, Rósa Samuelsen, Lisbeth L. Petersen, Kaj Leo Johannesen, Bill Justinussen, og Olav Enemoto heita á Løgtingið um at gera frávik, sambært § 85 í tingskipanini frá tíðarfreistini millum 2. og 3. viðgerð av tingmáli nr. 116/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fyribyrgingarráð soleiðis, at málið verður endaliga avgreitt frá tinginum fríggjadagin 5. mai 2006.
Samtykt 20-1-8.

Formaðurin boðaði eisini frá, at tingmenninir Heðin Zachriasen, Óli Breckmann, Jørgen Niclasen, Poul Michelsen, Andrias Petersen, John Johannessen, Henrik Old, Gerhard Lognberg, Sverre Midjord, Vilhelm Johannesen, Alfred Olsen, Rósa Samuelsen, Lisbeth L. Petersen, Kaj Leo Johannesen, Bill Justinussen, Jógvan við Keldu og Olav Enemoto heita á Løgtingið um at gera frávik, sambært § 85 í tingskipanini frá tíðarfreistini millum 2. og 3. viðgerð av tingmáli nr. 71/2005: Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m., soleiðis, at málið verður endaliga avgreitt frá tinginum fríggjadagin 5. mai 2006.
Samtykt 21-0-8.
 

17.  Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-46/2005 frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi helvtar bummgjøldum, dupultum bilatali, somu inntøkum og fleirfaldum landsgagni
Málið avgreitt.
 

18.  Jóannes Eidesgaard, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-49/2005 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi krøvum til umsóknir um ríkisborgararætt frá útlendingum í Føroyum
Málið avgreitt.
 

19.  Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-47/2005 frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi landsætlan fyri ávísar skúlar og útbúgvingar
Málið avgreitt.
 

Tikið av dagsskrá:

Svar upp á fyrispurningi nr. 100-48/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá løgtingsmonnunum Bill Justinussen og Jenis av Rana, viðvíkjandi Rúsdrekkalógini
 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 5. mai 2006, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.      Atkvøðugreiðsla um tingmál nr. 70/2005: Uppskot til samtyktar um EFTA og ræði á málum og málsøkjum, sambært § 32, stk. 3 í tingskipanini, og møgulig 2. viðgerð av málinum.

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 1-12/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2006

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 1-13/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2006

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 112/2005: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn

5.      3. viðgerð av tingmáli nr. 114/2005: Uppskot til løgtingslóg um kringvarp

6.      3. viðgerð av tingmáli nr. 109/2005: Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um frítíð við løn

7.      3. viðgerð av tingmáli nr. 68/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya 

8.      3. viðgerð av tingmáli nr. 113/2005: Uppskot til løgtingslóg um at einskilja P/F Føroya Lívstrygging

9.      3. viðgerð av tingmáli nr. 115/2005: Uppskot til løgtingslóg um vegaføring við Leirvík

10.  3. viðgerð av tingmáli nr. 71/2005: Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.

11.  3. viðgerð av tingmáli nr. 116/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fyribyrgingarráð

12.  Svar upp á fyrispurning nr. 100-48/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá løgtingsmonnunum Bill Justinussen og Jenis av Rana, viðvíkjandi Rúsdrekkalógini

13.  Framløga 

 

Fundur lokin kl. 19.10 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari