Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

93. fundur

 

Ár 2006, mikudagin 3. mai, kl. 10.05 varð tingfundur settur.

 

Johan Dahl, løgtingsmaður, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-11/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-3
Uppskotið tikið aftur av uppskotssetaranum, Hergeir Nielsen.
Málið avgreitt.
 

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-12/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2006
Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd samtykt 29-0-1. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-13/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2006
Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd samtykt 24-0-2. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.11
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 97/2005: Uppskot til samtyktar um heimleys
Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevndin til uppskot til samtyktar samtykt 27-0-0.
Málið avgreitt
 

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 112/2005: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn
Uppskot frá Páll á Reynatúgvu um at beina málið aftur í nevnd fall 10-1-18. Broytingaruppskot frá minnilutanum í mentanarnevndini, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen, til heitið og § 1 fall 10-0-19. Broytingaruppskot frá meirilutanum í mentanarnevndini, Andrias Petersen, Heðin Zachariasen, Rósu Samuelsen, John Johannessen og Olav Enomoto, til §§ 1 og 2 samtykt 19-0-10. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 19-0-10. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 114/2005: Uppskot til løgtingslóg um kringvarp
Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til §§ 6, 8, 10 og 18 samtykt 24-2-2. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 24-2-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 109/2005: Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um frítíð við løn
§§ 1 og 2 samtyktar 20-0-10. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 68/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya
Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Henrik Old, Alfred Olsen, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg, til § 1 samtykt 21-1-6. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 22-0-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

9.      2. viðgerð av tingmáli nr. 113/2005: Uppskot til løgtingslóg um at einskilja P/F Føroya Lívstrygging
§§ 1, 2 og 3 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

10.  2. viðgerð av tingmáli nr. 115/2005: Uppskot til løgtingslóg um vegaføring við Leirvík
 

Fundur niðurlagdur kl. 19.49
Fundur uppafturtikin kl. 20.08

 

      Broytingaruppskot frá einum minniluta í vinnunevndini, Kjartan Joensen, til § 1 fall 1-1-29. Broytingaruppskot frá einum øðrum minniluta í vinnunevndini, Alfred Olsen, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen, til § 1 fall 14-0-17. §§ 1 og 2 samtyktar 24-0-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

Tikið av dagsskrá:

Svar upp á fyrispurning nr. 100-46/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi helvtar bummgjøldum, dupultum bilatali, somu inntøkum og fleirfaldum landsgagni, og svar upp á fyrispurning nr. 100-48/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá løgtingsmonnunum Bill Justinussen og Jenis av Rana, viðvíkjandi Rúsdrekkalógini.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 3. mai 2006, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 86/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 107/2005: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til útbygging av Tekniska Skúlanum í Klaksvík

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 96/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtingslógum í sambandi við Hoyvíkssáttmálan

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 1-14/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2006-2

5.      3. viðgerð av tingmáli nr. 62/2005; Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)

6.      3. viðgerð av tingmáli nr. 63/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin)

7.      3. viðgerð av tingmáli nr. 80/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur

8.      3. viðgerð av tingmáli nr. 87/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og ymsum øðrum skatta- og avgjaldslógum (renturokning)

9.      3. viðgerð av tingmáli nr. 90/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

10.  3. viðgerð av tingmáli nr. 91/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.

11.  3. viðgerð av tingmáli nr. 92/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønarhæddaravgjald

12.  3. viðgerð av tingmáli nr. 93/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Realkredittstovn (Realin)

13.  3. viðgerð av tingmáli nr. 58/2005: Uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd

14.  2. viðgerð av tingmáli nr. 71/2005: Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.

15.  2. viðgerð av tingmáli nr. 116/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fyribyrgingarráð

16.  Svar upp á fyrispurning nr. 100-46/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi helvtar bummgjøldum, dupultum bilatali, somu inntøkum og fleirfaldum landsgagni

17.  Svar upp á fyrispurning nr. 100-48/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá løgtingsmonnunum Bill Justinussen og Jenis av Rana, viðvíkjandi Rúsdrekkalógini

18.  Svar upp á fyrispurning nr. 100-49/2005 til  Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi krøvum til umsóknir um ríkisborgararætt frá útlendingum í Føroyum

19.  Svar upp á fyrispurning nr. 100-47/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi landsætlan fyri ávísar skúlar og útbúgvingar

20.  Framløga

 

Fundur lokin kl. 20.15 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari