Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

92. fundur

 

Ár 2006, týsdagin 2. mai, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

 

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 15/2005: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi Hoyvíkssáttmálan
Broytingaruppskot frá Hergeir Nielsen, Johan Dahl, Jenis av Rana og Kára P. Højgaard til heiti á málinum og §§ 1, 2 og 3 fall 14-0-16. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-4-2.
Málið avgreitt.
 

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 107/2005: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til útbygging av Tekniska Skúlanum í Klaksvík
§§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 96/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtingslógum í sambandi við Hoyvíkssáttmálan
§§ 1 til og við 10 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-10/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-2
Uppskotið fall 11-0-19.
Málið avgreitt.
 

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-14/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2006-2
Uppskotið samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 62/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 1 samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 63/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin)
Broytingaruppskot frá minnilutanum í fíggjarnevndini, Karsten Hansen, Páll á Reynatúgvu og Kára P. Højgaard, til § 1 fall 14-0-16. Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen og Lisbeth L. Petersen, til § 1 samtykt 16-1-13. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 1 samtykt 18-0-12. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 20-1-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 80/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur
§§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

9.      2. viðgerð av tingmáli nr. 87/20056: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og ymsum øðrum skatta- og avgjaldslógum (renturokning)
Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til §§ 1, 5 og 9 samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

10.  2. viðgerð av tingmáli nr. 90/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
§§ 1 og 2 samtyktar 30-0.0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

11.  2. viðgerð av tingmáli nr. 91/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
§§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

12.  2. viðgerð av tingmáli nr. 92/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønarhæddaravgjald
§§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

13.  2. viðgerð av tingmáli nr. 93/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Realkredittstovn (Realin)
§§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

14.  2. viðgerð av tingmáli nr. 58/2005: Uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd
Uppskot frá Bill Justinussen um at beina málið aftur í nevnd fall 2-0-25. Broytingaruppskot frá samdari rættarnevnd til § 55 samtykt 28-0-0.
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

15.  2. viðgerð av tingmáli nr. 110/2005: Uppskot til samtyktar um at heimila Fíggingargrunninum frá 1992 at selja partabrøv í P/F Føroya Banka
Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-1.
Málið avgreitt.
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.37

Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 

16.  1. viðgerð av tingmáli nr. 116/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fyribyrgingarráð
Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
 

17.  Bárður Nielsen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-43/2005 frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi inntøkum og útreiðslum landskassans 1992-2006 og um útflutningsvirði Føroya í sama tíðarskeiði
Málið avgreitt.
 

18.  Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-50/2005 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi Skipaeftirlitinum
Málið avgreitt.
 

19.  Framløga
Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 71/2005: Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.

 

Tikið av dagsskrá:
3. viðgerð av tingmáli nr. 86/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini
 

Formaðurin boðaði frá, at Johan Dahl, løgtingsmaður, í skrivi dagfest 2. mai 2006, boðar frá, at hann frameftir umboðar Sambandsflokkin á tingi.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 3. mai 2006, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-11/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-3

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-12/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2006

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-13/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2006

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 97/2005: Uppskot til samtyktar um heimleys

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 112/2005: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 114/2005: Uppskot til løgtingslóg um kringvarp

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 109/2005: Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um frítíð við løn

8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 68/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya 

9.      2. viðgerð av tingmáli nr. 113/2005: Uppskot til løgtingslóg um at einskilja P/F Føroya Lívstrygging

10.  2. viðgerð av tingmáli nr. 115/2005: Uppskot til løgtingslóg um vegaføring við Leirvík

11.  Svar upp á fyrispurning nr. 100-46/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi helvtar bummgjøldum, dupultum bilatali, somu inntøkum og fleirfaldum landsgagni

12.  Svar upp á fyrispurning nr. 100-48/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá løgtingsmonnunum Bill Justinussen og Jenis av Rana, viðvíkjandi Rúsdrekkalógini

13.  Framløga 

 

Fundur lokin kl. 17.40 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari