Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

91. fundur

 

Ár 2006, fríggjadagin 28. apríl, kl. 9.00 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen og Jenis av Rana, løgmaður, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 76/2005: Uppskot til løgtingslóg um at einskilja P/F Atlantsflog
Broytingaruppskot frá Henrik Old, Alfred Olsen, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen, Gerhard Lognberg, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen til § 4 samtykt 24-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
Málið avgreitt.
 

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 104/2005: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
Broytingaruppskot fra samdari vinnunevnd til uppskotið til samtyktar og heitið á málinum samtykt 27-0-0.
Málið avgreitt.
 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 108/2005: Uppskot til løgtingslóg um yvirtøku av málsøkjunum útlendingamál og marknaeftirlit
§§ 1 og 2 fullu 10-0-19.
Málið avgreitt.
 

4.      Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-3/2005: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um fólkaheilsuætlan føroyinga – ein liður í Visjón 2015
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.11
Fundur uppafturtikin kl.  13.30
 

Málið avgreitt.
 

5.         Framløga
Formaðurin boðaði frá,
- at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 116/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fyribyrgingarráð.
Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð: Bill Justinussen, Andrias Petersen, Jørgen Niclasen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl, Jenis av Rana, Kristian Magnussen, John Johannessen, Henrik Old, Sverre Midjord, Anfinn Kallsberg, Gerhard Lognberg, Kjartan Joensen, Jógvan við Keldu, Eli Christiansen, Alfred Olsen, Rósa Samuelsen, Vilhelm Johannesen og Kaj Leo Johannesen
- at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum:
nr. 1-11/2005:
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-3, nr. 1-12/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2006, og nr. 1-13/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2006.
- at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 97/2005: Uppskot til samtyktar um heimleys
- at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum: nr. 112/2005: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn og nr. 114/2005: Uppskot til løgtingslóg um kringvarp
- og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 109/2005: Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um frítíð við løn. 

Fundur niðurlagdur kl. 15.17
Fundur uppafturtikin kl. 17.44
 

Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 68/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya, nr. 113/2005: Uppskot til løgtingslóg um at einskilja P/F Føroya Lívstrygging, og nr. 115/2005: Uppskot til løgtingslóg um vegaføring við Leirvík

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 2. mai 2006, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 15/2005: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi Hoyvíkssáttmálan

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 86/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 107/2005: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu og avdráttarfrítt lán til útbygging av Tekniska Skúlanum í Klaksvík

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 96/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtingslógum í sambandi við Hoyvíkssáttmálan

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-10/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-2

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-14/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2006-2

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 62/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)

8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 63/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin)

9.      2. viðgerð av tingmáli nr. 80/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur

10.  2. viðgerð av tingmáli nr. 87/20056: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og ymsum øðrum skatta- og avgjaldslógum (renturokning)

11.  2. viðgerð av tingmáli nr. 90/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

12.  2. viðgerð av tingmáli nr. 91/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.

13.  2. viðgerð av tingmáli nr. 92/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønarhæddaravgjald

14.  2. viðgerð av tingmáli nr. 93/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Realkredittstovn (Realin)

15.  2. viðgerð av tingmáli nr. 58/2005: Uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd

16.  2. viðgerð av tingmáli nr. 110/2005: Uppskot til samtyktar um at heimila Fíggingargrunninum frá 1992 at selja partabrøv í P/F Føroya Banka

17.  1. viðgerð av tingmáli nr. 116/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fyribyrgingarráð
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

18.  Svar upp á fyrispurning nr. 100-43/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi inntøkum og útreiðslum landskassans 1992-2006 og um útflutningsvirði Føroya í sama tíðarskeiði

19.  Svar upp á fyrispurning nr. 100-50/2005 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi Skipaeftirlitinum

20.  Framløga 

 

Fundur lokin kl. 17.49 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari