Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

90. fundur

 

Ár 2006, hósdagin 27. apríl, kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen og Jenis av Rana, landsstýrismenninir Jógvan á Lakjuni og Bárður Nielsen, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 60/2005: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0.
Málið avgreitt.
 

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 72/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-1-0.
Málið avgreitt.
 

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 79/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-1-0.
Málið avgreitt.

 

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 15/2005: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi Hoyvíkssáttmálan
Broytingaruppskot frá minnilutanum í uttanlandsnevndini, Johan Dahl, Hergeir Nielsen og Jenis av Rana, til heiti og §§ 1, 2, 3 og 4 fall 15-0-15. Broytingaruppskot frá meirilutanum í uttanlandsnevndini, Anfinn Kallsberg, Óla Breckmann, Kristian Magnussen og John Johannessen, til §§ 1, 2, 3, og 4 samttykt 16-6-8. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-6-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 86/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini
Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndin, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen, til § 1 samtykt 16-0-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 18-0-11. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

6.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 58/2005:
Uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd, og at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 110/2005: Uppskot til samtyktar um at heimila Fíggingargrunninum frá 1992 at selja partabrøv í P/F Føroya Banka og nr. 1-14/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2006-2

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 27. apríl 2006, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 76/2005: Uppskot til løgtingslóg um at einskilja P/F Atlantsflog

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 104/2005: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 108/2005: Uppskot til løgtingslóg um yvirtøku av málsøkjunum útlendingamál og marknaeftirlit
Kl. 10.00:

4.      Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-3/2005: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um fólkaheilsuætlan føroyinga – ein liður í Visjón 2015

5.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 16.37 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari