Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

89. fundur

 

Ár 2006, mikudagin 26. apríl, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Óli Breckmann og Kári P. Højgaard, ið eru burturstaddir á nevndarfundum í Norðurlandaráðnum, løgmaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      Munnligir fyrispurningar
 

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 67/2005: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um at umsita svartkjaftastovnin í Landnyrðingsatlantshavinum
Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0.
Málið avgreitt.
 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 76/2005: Uppskot til løgtingslóg um at einskilja P/F Atlantsflog
Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til § 4 samtykt 26-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í  tingmáli nr. 107/2005: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til útbygging av Tekniska Skúlanum í Klaksvík, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í  tingmáli nr. 96/2005:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtingslógum í sambandi við Hoyvíkssáttmálan, og at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 1-10/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-2, nr. 62/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), nr. 63/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin), nr. 80/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur, nr. 87/20056: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og ymsum øðrum skatta- og avgjaldslógum (renturokning), nr. 90/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, nr. 91/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., nr. 92/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønarhæddaravgjald, og nr. 93/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Realkredittstovn (Realin)

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 27. apríl 2006, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:
 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 60/2005: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 72/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 79/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 15/2005: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi Hoyvíkssáttmálan

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 86/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini

6.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 18.07 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari