Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

88. fundur

 

Ár 2006, fríggjadagin 21. apríl, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

 

Óli Breckmann, løgtingsmaður, og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

 

Farloyvi: 

Skriv frá Poul Michelsen, løgtingsmanni, dagfest tann 21. apríl 2006, við umsókn um farloyvi frá 21. apríl og 10 dagar fram, og at næstivaldi á lista Fólkafloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Í skrivi, dagfest 20. apríl 2006, boðar Annika Olsen, ið áður hevur verið á tingi, frá, at hon ikki fær møtt á tingi. Formaðurin heiti á tingmenninar Vilhelm Johannesen, Jørgen Niclasen og Tórbjørn Jacobsen um at kanna valbrøvini í Suðurstreymoyar valdømi. Vilhelm Johannesen mælti til, vegna seg sjálvan, Jørgen Niclasen og Tórbjørn Jacobsen, at Eli Christiansen tekur sæti fyri Poul Michelsen.

 

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

 

Til viðgerðar:

 

1.      Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, leggur fram tingmál nr. 101-3/2005: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um fólkaheilsuætlan føroyinga – ein liður í Visjón 2015
 

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 33/2005: Uppskot til løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-10.
Málið avgreitt.

 

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 75/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gransking
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-2.
Málið avgreitt.

 

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 95/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om adoption”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0.
Málið avgreitt.

 

5.      3. viðgerð av tingmáli nr. 65/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-2.
Málið avgreitt.
 

6.      3. viðgerð av tingmáli nr. 74/2005: Uppskot til løgtingslóg um dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-1-0.
Málið avgreitt.

 

7.      3. viðgerð av tingmáli nr. 78/2005:  Uppskot til løgtingslóg um at høvuðsumvæla og nútíðargera Landssjúkrahúsið
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
Málið avgreitt.

 

8.      1. viðgerð av tingmáli nr. 115/2005:  Uppskot til løgtingslóg um vegaføring við Leirvík
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.04
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 

Málið beint í vinnunevndina.
 

9.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-14/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2006-2
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

10.  2. viðgerð av tingmáli nr. 54-6/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2004
Uppskot til samtyktar samtykt 27-0-0.
Málið avgreitt.
 

11.  2. viðgerð av tingmáli nr. 60/2005: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv
Broytingaruppskot fra samdari uttanlandsnevnd til § 6 samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

12.  2. viðgerð av tingmáli nr. 64/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
§§ 1 og 2 fullu 2-0-21.
Málið avgreitt.
 

13.  2. viðgerð av tingmáli nr. 72/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt
Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 23-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 23-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

14.  2. viðgerð av tingmáli nr. 79/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði
Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 24-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

15.  2. viðgerð av tingmáli nr. 83/2005: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
Broytingaruppskot frá minnilutanum í vinnunevndini, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen, til § 1 fall 10-0-14. §§ 1 og 2 fullu 9-0-15.
Málið avgreitt.
 

16.  2. viðgerð av tingmáli nr. 102/2005: Uppskot til samtyktar um málslig krøv til vørumerking, handilslýsingar, brúkarupplýsing og telduforrit
Uppskot til samtyktar fall 8-0-16.
Málið avgreitt.
 

17.  Framløga
Formaðurin boðaði frá, at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í  tingmálunum nr. 15/2005: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi Hoyvíkssátmálan, og nr. 108/2005:
Uppskot til løgtingslóg um yvirtøku av málsøkjunum útlendingamál og marknaeftirlit, og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 76/2005: Uppskot til løgtingslóg um at einskilja P/F Atlantsflog, og nr. 86/205: Uppskot til løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini

 

Tikið av dagsskrá

2. viðgerð av tingmáli nr. 104/2005: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 26. apríl 2006, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:
 

1.      Munnligir fyrispurningar

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 67/2005: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um at umsita svartkjaftastovnin í Landnyrðingsatlantshavinum

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 76/2005: Uppskot til løgtingslóg um at einskilja P/F Atlantsflog

4.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 17.53

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari