Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

87. fundur

 

Ár 2006, hósdagin 20. apríl, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

 

Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 77/2005: Uppskot til samtyktar um samferðsluætlan fyri suðurøkið
Uppskotið til samtyktar fall 11-0-17.
Málið avgreitt.
 

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 59/2005: Uppskot til samtyktar um sjóvinnuútbúgvingarmiðdepil
Uppskotið til samtyktar fall 9-1-21.
Málið avgreitt.
 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 98/2005: Uppskot til samtyktar um fólkaskúlalógina
Uppskotið til samtyktar fall 10-0-18.
Málið avgreitt.
 

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 88/2005: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um flaggið
§§ 1 og 2 fullu 2-1-27.
Málið avgreitt.
 

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 56/2005: Uppskot til samtyktar um einsamallar uppihaldarar
Uppskotið til samtyktar fall 10-0-17.
Málið avgreitt.
 

6.      Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-44/2005 frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi Maskinmeistara- og Sjómansskúlanum
Málið avgreitt.
 

7.      Bárður Nielsen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-45/2005 frá løgtingsmonnunum Jenis av Rana og Bill Justinussen, viðvíkjandi lønarviðurskiftum í ymisku yrkjunum
Málið avgreitt.
 

8.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í  tingmáli nr. 67/2005: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um at umsita svartkjaftastovnin í Landnyrðingsatlantshavinum.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 21. apríl 2006, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:
 

1.      Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, leggur fram tingmál nr. 101-3/2005: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um fólkaheilsuætlan føroyinga – ein liður í Visjón 2015

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 33/2005: Uppskot til løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 75/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gransking

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 95/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om adoption”

5.      3. viðgerð av tingmáli nr. 65/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.

6.      3. viðgerð av tingmáli nr. 74/2005: Uppskot til løgtingslóg um dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum

7.      3. viðgerð av tingmáli nr. 78/2005:  Uppskot til løgtingslóg um at høvuðsumvæla og nútíðargera Landssjúkrahúsið

8.      1. viðgerð av tingmáli nr. 115/2005:  Uppskot til løgtingslóg um vegaføring við Leirvík
Málið verður beint í vinnunevndina.

9.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-14/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2006-2
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

10.  2. viðgerð av tingmáli nr. 54-6/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2004

11.  2. viðgerð av tingmáli nr. 60/2005: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

12.  2. viðgerð av tingmáli nr. 64/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.

13.  2. viðgerð av tingmáli nr. 72/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt

14.  2. viðgerð av tingmáli nr. 79/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði

15.  2. viðgerð av tingmáli nr. 83/2005: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing

16.  2. viðgerð av tingmáli nr. 102/2005: Uppskot til samtyktar um málslig krøv til vørumerking, handilslýsingar, brúkarupplýsing og telduforrit

17.  2. viðgerð av tingmáli nr. 104/2005: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing

18.  Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 18.37

 

 

Edmund Joensen

Løgtingsformaður

 

/Marius Rein

skrivari