Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

85. fundur

 

Ár 2006, týsdagin 18. apríl, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Heidi Petersen, Marjus Dam og Johan Dahl, løgmaður, landsstýrismenninir Bárður Nielsen og Bjørn Kalsø, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Farloyvi:

Skriv frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, dagfest tann 17. apríl 2006, við um­sókn um far­loyvi komandi 10 dagarnar, og at næsti maður á lista Tjóð­veldisfloksins í Suðurstreymoyar val­dømi tekur sæti á tingi. Í skrivum frá Róa Egholm, dagfest tann 18. apríl 2005, og frá Jógvani Arge, dagfest tann 17. apríl 2006, boðað teir frá, at teir ikki kunnu møta á tingi í hesum tíðar­skeiði. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Kristina Háfoss, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri Høgna Hoydal.

 

Til viðgerðar:

 

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-47/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi landsætlan fyri ávísar skúlar og útbúgvingar

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

2.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-48/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Bill Justinussen og Jenis av Rana, løgtingsmonnum, viðvíkjandi Rúsdrekkalógini

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

3.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-49/2005 til  Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi krøvum til umsóknir um ríkisborgararætt frá útlendingum í Føroyum

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

4.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-50/2005 til Bjørn Kalsø, lands­stýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi Skipaeftirlitinum

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 113/2005: Uppskot til løgtingslóg um at ein­skilja P/F Føroya Lívstrygging

Málið beint í vinnunevndina.
 

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 114/2005: Uppskot til løgtingslóg um kring­varp

Málið beint í mentanarnevndina.
 

7.      Framløga

Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 64/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrá­setingargjald á motorakførum v.m.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 19. apríl 2006, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.      Ófráboðaðir fyrispurningar

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 69/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um læraraútbúgving

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 99/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um biografar

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 33/2005: Uppskot til løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 52/2005: Uppskot til samtyktar um fráboðan til Sameindu Tjóðir

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 103/2005: Uppskot til samtyktar um ein­skiljingar av vinnufyritøkum hins almenna

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 75/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gransking

8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 95/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om adoption”

9.      2. viðgerð av tingmáli nr. 65/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.

10.  2. viðgerð av tingmáli nr. 74/2005: Uppskot til løgtingslóg um dag­før­ing av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum

11.  2. viðgerð av tingmáli nr. 78/2005: Uppskot til løgtingslóg um at høvuðsumvæla og nútíðargera Landssjúkrahúsið

12.  Svar upp á fyrispurning nr. 100-41/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí at vera orðblindur

13.  Svar upp á fyrispurning nr. 100-42/2005 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi foreldrarætti

14.  Framløga

 

Fundur lokin kl. 19.10

 

Edmund Joensen

Løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari