Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

84. fundur

 

Ár 2006, fríggjadagin 7. apríl, kl. 9.05 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Finnur Helmsdal, Kristian Magnussen og Vilhelm Johannesen, og  Jóannes Eidesgaard, løgmaður vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 94/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om ændring af søloven”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-0.
Málið avgreitt.
 

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 106/2005: Uppskot til løgtingslóg um mál, ið hoyra undir fasta gerðarrættin
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-0.
Málið avgreitt.
 

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 85/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-0.
Málið avgreitt.
 

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-13/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2006
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.30
Fundur uppafturtikin kl. 13.30

 

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 107/2005: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til útbygging av Tekniska Skúlanum í Klaksvík
Málið beint í mentanarnevndina.
 

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 112/2005: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn
Málið beint í mentanarnevndina.
 

7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 111/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð
Málið beint í vinnunevndina.
 

8.      Framløga
Formaðurin boðaði frá,
- at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 113/2005: Uppskot til løgtingslóg um at einskilja P/F Føroya Lívstrygging.
Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð: Olav Enomoto, Óli Breckmann, Anfinn Kallsberg, John Johannessen, Gerhard Lognberg, Alfred Olsen, Marjus Dam, Heðin Zachariasen, Henrik Old, Kjartan Joensen, Poul Michelsen, Johan Dahl, Jørgen Niclasen, Sverre Midjord, Kristian Magnussen, Andrias Petersen, Kaj Leo Johannesen, Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen og Karsten Hansen
- at Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 114/2005: Uppskot til løgtingslóg um kringvarp.
Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð: Poul Michelsen, Jógvan við Keldu, Jørgen Niclasen, Kjartan Joensen, Tórbjørn Jacobsen, Heðin Zachariasen, Henrik Old, Alfred Olsen, Marjus Dam, Olav Enomoto, Óli Breckmann, Anfinn Kallsberg, Johan Dahl, Andrias Petersen, Kristian Magnussen, Gerhard Lognberg, Sverre Midjord, Kaj Leo Johannesen,  John Johannessen, Høgni Hoydal, Heidi Petersen og Lisbeth L. Petersen.


Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:

Nr. 100-47/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi landsætlan fyri ávísar skúlar og útbúgvingar

nr. 100-48/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Rúsdrekkalógini

nr. 100-49/2005 til  Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi krøvum til umsóknir um ríkisborgararætt frá útlendingum í Føroyum

nr. 100-50/2005 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi Skipaeftirlitinum

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 18. apríl 2006, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-47/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi landsætlan fyri ávísar skúlar og útbúgvingar

2.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-48/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Rúsdrekkalógini

3.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-49/2005 til  Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi krøvum til umsóknir um ríkisborgararætt frá útlendingum í Føroyum

4.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-50/2005 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi Skipaeftirlitinum

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 113/2005: Uppskot til løgtingslóg um at einskilja P/F Føroya Lívstrygging
Málið verður beint í vinnunevndina.

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 114/2005: Uppskot til løgtingslóg um kringvarp
Málið verður beint í mentanarnevndina.

7.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 17.35 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari