Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

83. fundur

 

Ár 2006, hósdagin 6. apríl, kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Finnur Helmsdal og Vilhelm Johannesen, løgmaður, Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 66/2005: Uppskot til løgtingslóg um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons (BT)
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0.
Málið avgreitt.
 

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 84/2005: Uppskot til løgtingslóg um veg millum Skála og Strendur
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-0.
Málið avgreitt.
 

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 89/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skráseting av skipum
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
Málið avgreitt.
 

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 69/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um læraraútbúgving
§§ 1  og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 99/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um biografar
§§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

6.      Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-40/2005 frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, viðvíkjandi lands- og kommunuuppgávum samanlegging o.a.
Málið avgreitt.
 

7.      Framløga
Formaðurin  boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 54-6/2005:
Uppskot til samtyktar at góðkenna landsroknskapin fyri fíggjarárið 2004, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr.  72/2005: Uppskot til løgtingsóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt, og nr. 79/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umsorgararbeiði, og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 104/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umsorgararbeiði

 

Tikið av dagsskrá:

Svar upp á fyrispurning nr. 100-43/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi inntøkum og útreiðslum landskassans 1992-2006 og um útflutningsvirði Føroya í sama tíðarskeiði
 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 7. apríl 2006, kl. 9.00 við hesi dagsskrá:
 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 94/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om ændring af søloven”

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 106/2005: Uppskot til løgtingslóg um mál, ið hoyra undir fasta gerðarrættin

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 85/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-13/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2006
Málið verður beint í fíggjarnevndina,

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 107/2005: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til útbygging av Tekniska Skúlanum í Klaksvík
Málið verður beint í mentanarnevndina.

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 112/2005: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn
Málið verður beint í mentanarnevndina.

7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 111/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð
Málið verður beint í vinnunevndina.

8.      Framløga

 

Fundur lokin kl. 17.45

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari