Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

78. fundur

 

Ár 2006, hósdagin 23. mars, kl. 9.10 varð tingfundur settur.

 

Poul Michelsen, løgtingsmaður, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður,  vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 69/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um læraraútbúgving
Málið beint í mentanarnevndina.
 

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 75/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gransking
Málið beint í mentanarnevndina.
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.30

Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 80/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 74/2005: Uppskot til løgtingslóg um dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum
Málið beint í trivnaðarnevndina.
 

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 95/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om adoption”
Málið beint í rættarnevndina.
 

6.      Bárður Nielsen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-36/2005 frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi ætlanini at einskilja Elektron
Málið avgreitt.
 

7.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 52/2005: Uppskot til samtyktar um fráboðan til Sameindu Tjóðir,  og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 94/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om ændring af søloven”.

 

Tikið aftur:

Formaðurin boðaði frá, at tingmál nr. 105/2005: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging, er tikið aftur av uppskotssetananum, Finni Helmsdal.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 24. mars 2006, kl. 9.00 við hesi dagsskrá:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 64/2005: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

2.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-37/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi avhendingini av partabrøvum í Føroya Lívstrygging til tryggingartakararnar

3.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-38/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, frá John Johannessen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tiltøkum ímóti ávísum lærarum í Hoydølum

4.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-39/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi USA-ferð hjá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum

5.      Framløga                                                 

 

Fundur lokin kl. 18.35 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari