Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

77. fundur

 

Ár 2006, mikudagin 22. mars, kl. 9.05 varð tingfundur settur.

 

Poul Michelsen, løgtingsmaður, Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður,  vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 57/2005: Uppskot til løgtingslóg til heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingar
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt  21-0-0.
Málið avgreitt.
 

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 94/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om ændring af søloven”
Málið beint í vinnunevndina.
 

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 87/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og ymsum øðrum skatta- og avgjaldslógum (renturokning)
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 67/2005: Avtala um at umsita svartkjaftastovnin í Landnyrðingsatlantshavinum
Málið beint í uttanlandsnevndina.
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.20
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 

5.      Munnligir fyrispurningar.
 

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-10/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-2
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-11/2005:  Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-3
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

8.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-12/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2006
Málið beint í fíggjarnevndina.

Tinngmálini nr. 1-10/2005, nr. 1-11/2005 og nr. 1-12/2005 vórðu viðgjørd undir einum.
 

9.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 33/2005
Uppskot til løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum, og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 106/2005: Uppskot til løgtingslóg um mál, ið hoyra undir fasta gerðarrættin

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 23. mars 2006, kl. 9.00 við hesi dagsskrá:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 69/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um læraraútbúgving
Málið verður beint í mentanarnevndina.

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 75/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gransking
Málið verður beint í mentanarnevndina.

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 80/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 74/2005: Uppskot til løgtingslóg um dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 95/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om adoption”
Málið verður beint í rættarnevndina.

6.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-36/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi ætlanini at einskilja Elektron

7.      Framløga                                                 

 

Fundur lokin kl. 20.08 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari