Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

76. fundur

 

Ár 2006, týsdagin 21. mars, kl. 9.00 varð tingfundur settur.

 

Lisbeth L. Petersen, løgtingsmaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður,  vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 78/2005: Uppskot til løgtingslóg um at høvuðsumvæla og nútíðargera Landssjúkrahúsið
Málið beint í trivnaðarnevndina.
 

Fundur nirðurlagdur kl. 12.38

Fundur uppafturtikin kl. 13.30

 

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 97/2005: Uppskot til samtyktar um heimleys
Málið beint í trivnaðarnevndina.
 

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 102/2005: Uppskot til samtyktar um málslig krøv til vørumerking, handilslýsingar, brúkarupplýsing og telduforrit
Málið beint í vinnunevndina.
 

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 103/2005: Uppskot til samtyktar um einskiljingar av vinnufyritøkum hins almenna
Málið beint í vinnunevndina.
 

5.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 73/2005: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslógini um ferðslu, og nr. 85/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

 

Tikið av dagsskrá: 

1. viðgerð av tingmáli nr. 87/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og ymsum øðrum skatta- og avgjaldslógum (renturokning), og 1. viðgerð av tingmáli nr. 94/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om ændring af søloven”
 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 22. mars 2006, kl. 9.00 við hesi dagsskrá:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 57/2005: Uppskot til løgtingslóg til heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingar

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 94/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om ændring af søloven”
Málið verður beint í vinnunevndina

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 87/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og ymsum øðrum skatta- og avgjaldslógum (renturokning)
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 67/2005: Avtala um at umsita svartkjaftastovnin í Landnyrðingsatlantshavinum
Málið verður beint í uttanlandsnevndina.

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-10/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-2
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-11/2005:  Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-3
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-12/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2006
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

8.      Munnligir fyrispurningar. Kl. 13.30

9.      Framløga 

                                                 

Fundur lokin kl. 19.41 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari