Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

74. fundur

 

Ár 2006, fríggjadagin 17. mars, kl. 9.00 varð tingfundur settur.

 

Johan Dahl, løgtingsmaður, landsstýrismenninir Hans Pauli Strøm og Bárður Nielsen, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 68/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya
Málið beint í vinnunevndina.
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.22
Fundur uppafturtikin kl. 13.30

 

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 88/2005: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um flaggið
Málið beint í rættarnevndina
 

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 98/2005: Uppskot til samtyktar um fólkaskúlalógina
Málið beint í mentanarnevndina.
 

Tikið av dagsskrá:
 

1. viðgerð av tingmáli nr. 95/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om adoption”

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin, 20. mars 2006, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 57/2005: Uppskot til løgtingslóg til heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingar

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 108/2005: Uppskot til løgtingslóg um yvirtøku av málsøkjunum útlendingamál og marknaeftirlit
Málið verður beint í uttanlandsnevndina

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 70/2005: Uppskot til samtyktar um EFTA og ræði á málum og málsøkjum
Málið verður beint í uttanlandsnevndina

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 78/2005: Uppskot til løgtingslóg um at høvuðsumvæla og nútíðargera Landssjúkrahúsið
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

5.      Framløga

 

                                                 

Fundur lokin kl. 17.30

 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

 /Marius Rein
skrivari