Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

70. fundur

 

Ár 2006, mánadagin 13. mars, kl. 9.30 varð tingfundur settur.

 

Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, var ikki á fundi.

 

Til viðgerðar: 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 96/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtingslógum í sambandi við Hoyvíkssáttmálan
Málið beint í vinnunevndina.

Fundur niðurlagdur kl. 12.16
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 89/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skráseting av skipum
Málið beint í vinnunevndina.
 

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 90/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 91/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
Málið beint í
fíggjarnevndina.
 

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 92/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønarhæddaravgjald
Málið beint í
fíggjarnevndina.
 

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 93/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn (Realin)
Málið beint í
fíggjarnevndina.
Tingmálini nr. 90/2005, nr. 91/2005, nr. 92/2005 og nr. 93/2005 vórðu viðgjørd undir einum.
 

7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 99/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um biografar
Málið beint í mentanarnevndina.
 

8.      1. viðgerð av tingmáli nr. 79/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði
Málið beint í trivnaðarnevndina.
 

Tikið av dagsskrá: 

1. viðgerð av tingmáli nr. 1-10/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-2, 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-11/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-3, og svar upp á fyrispurning nr. 100-38/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, frá John Johannessen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tiltøkum ímóti ávísum lærarum í Hoydølum.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 14. mars 2006, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:
 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 86/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini
Málið verður beint í vinnunevndina.

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 102/2005: Uppskot til samtyktar um málslig krøv til vørumerking, handilslýsingar, brúkarupplýsing og telduforrit
Málið verður beint í vinnunevndina.

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 103/2005: Uppskot til samtyktar um einskiljingar av vinnufyritøkum hins almenna
Málið verður beint í vinnunevndina.

4.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 18.00 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari