Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

69. fundur

 

Ár 2006, fríggjadagin 10. mars, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

 

Høgni Hoydal, løgtingsmaður, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 76/2005: Uppskot til løgtingslóg um at einskilja P/F Atlantsflog
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.12
Fundur uppafturtikin kl. 13.30

Málið beint í vinnunevndina.
 

Tikið av dagsskrá: 

1. viðgerð av tingmáli nr. 68/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya, 1. viðgerð av tingmáli nr. 79/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði, 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-10/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-2, og 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-11/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-3.
 

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin 13. mars 2006, kl. 9.30 við hesi dagsskrá:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 96/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtingslógum í sambandi við Hoyvíkssáttmálan
Málið verður beint í vinnunevndina.

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 89/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skráseting av skipum
Málið verður beint í vinnunevndina.

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 90/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 91/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
Málið verður beint í
fíggjarnevndina.

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 92/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønarhæddaravgjald
Málið verður beint í
fíggjarnevndina.

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 93/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn (Realin)
Málið verður beint í
fíggjarnevndina.

7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 99/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um biografar
Málið verður beint í mentanarnevndina.

8.      1. viðgerð av tingmáli nr. 79/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

9.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-10/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-2
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

10.  1. viðgerð av tingmáli nr. 1-11/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-3
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

11.  Svar upp á fyrispurning nr. 100-38/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, frá John Johannessen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tiltøkum ímóti ávísum lærarum í Hoydølum

12.  Framløga

  

Fundur lokin kl. 16.05  

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivar