Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

68. fundur

 

Ár 2006, hósdagin 9. mars, kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Ríkisumboðsmaðurin var ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-45/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá løgtingsmonnunum Jenis av Rana og Bill Justinussen, viðvíkjandi lønarviðurskiftum í ymisku yrkjunum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 50/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0.
Málið avgreitt.

 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 51/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum
§§ 1 og 2 fullu 7-0-17. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
 

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 60/2005: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv
Málið beint í uttanlandsnevndina.
 

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 71/2005: Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 72/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt
Málið beint í trivnaðarnevndina.
 

7.      Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 66/2005: Uppskot til løgtingslóg um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons (BT).


Tikið av dagsskrá:

 

1. viðgerð av tingmáli nr. 74/2005: Uppskot til løgtingslóg um dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 10. mars 2006, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 76/2005: Uppskot til løgtingslóg um at einskilja P/F Atlantsflog
Málið verður beint í vinnunevndina.

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 68/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya
Málið verður beint í vinnunevndina.

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 79/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-10/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-2
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-11/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-3
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

6.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 18.40 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari