Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

67. fundur

 

Ár 2006, mikudagin 8. mars, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Páll á Reynatúgvu og Marjus Dam vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      Ófráboðaðir fyrispurningar
 

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 63/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin)
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 62/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
Málið beint í
fíggjarnevndina.
 

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 54-6/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2004
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

Tikið av dagsskrá: 

1. viðgerð av tingmáli nr. 64/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
 

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-45/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá løgtingsmonnunum Jenis av Rana og Bill Justinussen, viðvíkjandi lønarviðurskiftum í ymisku yrkjunum
 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 9. mars 2006, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-45/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá løgtingsmonnunum Jenis av Rana og Bill Justinussen, viðvíkjandi lønarviðurskiftum í ymisku yrkjunum

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 50/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 51/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 60/2005: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv
Málið verður beint í uttanlandsnevndina.

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 71/2005: Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 72/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 74/2005: Uppskot til løgtingslóg um dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

8.      Framløga. 

 

Fundur lokin kl. 19.05 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari