Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

65. fundur

 

Ár 2006, fríggjadagin 3. mars, kl. 15.11 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Karsten Hansen, Heidi Petersen, Páll á Reynatúgvu, Hergeir Nielsen, Høgni Hoydal, Johan Dahl, Marjus Dam, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen, Sverre Midjord, Kjartan Joensen og Jógvan við Keldu, løgmaður, landsstýrismenninir Bjarni Djurholm, Jógvan á Lakjuni, Jacob Vestergaard, Bárður Nielsen, Bjørn Kalsø, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.   Framløga

Formaðurin boðaði frá, at
- Edmund Joensen, løgtingsformaður, vegna formansskapin hevur lagt fram tingmálini nr. 81/2005: Uppskot til løgtingslóg um landsins játtanarskipan, og nr. 82/2005: Uppskot til broyting í Tingskipan Føroya Løgtings
- Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 80/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur
- Heidi Petersen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 98/2005: Uppskot til samtyktar um fólkaskúlalógina
- Høgni Hoydal, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin hevur lagt fram tingmálini nr. 102/2005: Uppskot til samtyktar um málslig krøv til vørumerking, handilslýsingar, brúkarupplýsing og telduforrit, og nr. 103/2005: Uppskot til samtyktar um einskiljingar av vinnufyritøkum hins almenna
- Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 105/2005: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging
- Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen,  løgtingsmenn, vegna Tjóðveldisflokkin hava lagt fram tingmál nr. 1-12/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2006
- Bill Justinussen og Jenis av Rana, løgtingsmenn, vegna Miðflokkin hava lagt fram tingmál nr. 88/2005: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um flaggið
- Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, vegna Sjálvstýrisflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 104/2005: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
- Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 67/2005: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um at umsita svartkjaftastovnin í Landnyrðingsatlantshavinum
- Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 78/2005: Uppskot til løgtingslóg um at høvuðsumvæla og nútíðargera Landssjúkrahúsið, og nr. 97/2005: Uppskot til samtyktar um heimleys
- Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 84/2005: Uppskot til løgtingslóg um veg millum Skála og Strendur, nr. 85/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu, nr. 96/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtingslógum í sambandi við Hoyvíkssáttmálan, nr. 106/2005: Uppskot til løgtingslóg um mál, ið hoyra undir fasta gerðarrættin, og nr. 109/2005: Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um frítíð við løn
- Bárður Nielsen
, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 87/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og ymsum øðrum skatta- og avgjaldslógum (renturokning), nr. 90/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, nr. 91/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., nr. 92/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønarhæddaravgjald og nr. 93/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn (Realin)
- Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 89/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skráseting av skipum og nr. 94/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om ændring af søloven”
- Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 95/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om adoption”,
- Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 99/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um biografar.

 

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-43/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi inntøkum og útreiðslum landskassans 1992-2006 og um útflutningsvirði Føroya í sama tíðarskeiði, og
nr. 100-44/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi Maskinmeistara- og Sjómansskúlanum

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 7. mars 2006, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-43/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi inntøkum og útreiðslum landskassans 1992-2006 og um útflutningsvirði Føroya í sama tíðarskeiði

2.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-44/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi Maskinmeistara- og Sjómansskúlanum

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 50/ 2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 51/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 54-1/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2004

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 54-2/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri fíggjarárið 2004

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 54-3/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2004

8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 54-4/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fyri fíggjarárið 2004

9.      2. viðgerð av tingmáli nr. 54-5/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 2004

10.  1. viðgerð av tingmáli nr. 77/2005: Uppskot til samtyktar um samferðsluætlan fyri suðurøkið
Málið verður beint í vinnunevndina.

11.  1. viðgerð av tingmáli nr. 65/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

12.  1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2005: Uppskot til løgtingslóg um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons (BT)
Málið verður beint í vinnunevndina.

13.  1. viðgerð av tingmáli nr. 1-10/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-2
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

14.  Svar upp á fyrispurning nr. 100-36/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi ætlanini at einskilja Elektron

15.  Framløga.

 

 

Fundur lokin kl. 15.22

 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

 

/Marius Rein

skrivari