Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

64. fundur

 

Ár 2006, hósdagin 2. mars, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

 

Høgni Hoydal, løgtingsmaður, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, landsstýrismenninir Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.         1. viðgerð av tingmáli nr. 57/2005: Uppskot til løgtingslóg til heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingar
Málið beint í mentanarnevndin.
 

2.         1. viðgerð av tingmáli nr. 59/2005: Uppskot til samtyktar um sjóvinnuútbúgvingarmiðdepil
Málið beint í mentanarnevndin.
 

3.         1. viðgerð av tingmáli nr. 54-1/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2004
Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
 

4.         1. viðgerð av tingmáli nr. 54-2/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri fíggjarárið 2004
Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
 

5.         1. viðgerð av tingmáli nr. 54-3/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2004
Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

Tingmálini nr. 54-1/2005, nr. 54-2/2005 og nr. 54-3/2005 vórðu viðgjørd undir einum.
 

6.         Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 1-11/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-3, at Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 73/2005: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslógini um ferðslu, at løgtingsmenninir Bill Justinussen og Jenis av Rana, vegna Miðflokkin hava lagt fram tingmálini nr. 83/2005: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, og nr. 108/2005: Uppskot til løgtingslóg um yvirtøku av málsøkjunum útlendingamál og marknaeftirlit, at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýri hevur lagt fram tingmálini nr. 72/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt, nr. 74/2005: Uppskot til løgtingslóg um dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum, og nr. 79/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 68/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya, nr. 76/2005: Uppskot til løgtingslóg um at einskilja P/F Atlantsflog. og nr. 86/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini, at Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmálini nr. 69/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um læraraútbúgving og nr. 75/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gransking, og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 51/2005: Uppskot til løgtingslóg um stu
ðul til íløgur í infrakervið á útoyggj.

 

Tikið av dagsskrá:

Svar upp á fyrispurning nr. 100-38/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, frá John Johannessen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tiltøkum ímóti ávísum lærarum í Hoydølum, og svar upp á fyrispurning nr. 100-40/2005 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, viðvíkjandi lands- og kommunuuppgávum samanlegging o.a.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 3. mars 2006, kl. 15.00 við hesi dagsskrá:

 

1.   Framløga 

 

Fundur lokin kl. 19.00 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari