Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

63. fundur

 

Ár 2006, mikudagin 1. mars, kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Johan Dahl, Sverre Midjord og Jógvan við Keldu, løgmaður, landsstýrismenninir Jógvan á Lakjuni og Jacob Vestergaard, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

1.      Munnligir fyrispurningar
 

2.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-41/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí at vera orðblindur
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

3.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-42/2005 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi foreldrarætti
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

4.      Bárður Nielsen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-35/2005 frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi broyttum skattatrýsti á miðallønir farnu 10-12 árini.
Málið avgreitt.
 

5.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, hevur lagt fram tingmál nr. 71/2006:
Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m. og at Hergeir Nielsen, løgtingsmaður vegna løgtingsgrannskoðararnar hevur lagt fram tingmál nr. 54-6/2005: Uppskot til samtyktar at góðkenna landsroknskapin fyri fíggjarárið 2004.

 

Tikið av dagsskrá: 

Svar upp á fyrispurning nr. 100-36/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi ætlanini at einskilja Elektron.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 2. mars 2006, kl. 13.30 við

hesi dagsskrá: 

1.         1. viðgerð av tingmáli nr. 57/2005: Uppskot til løgtingslóg til heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingar

2.         1. viðgerð av tingmáli nr. 59/2005: Uppskot til samtyktar um sjóvinnuútbúgvingarmiðdepil

3.         1. viðgerð av tingmáli nr. 54-1/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2004

4.         1. viðgerð av tingmáli nr. 54-2/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri fíggjarárið 2004

5.         1. viðgerð av tingmáli nr. 54-3/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2004
Tingmálini nr. 54-1/2005, nr. 54-2/2005 og nr. 54-3/2005 verða viðgjørd undir einum.

6.         Svar uppá fyrispurning nr. 100-38/2005: til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá John Johannessen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tiltøkum ímóti ávísum lærarum í Hoydølum

7.         Svar uppá fyrispurning nr. 100-40/2005: til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, viðvíkjandi lands- og kommunuuppgávum, samanlegging o.a.

8.         Framløga 

 

Fundur lokin kl. 18.55 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Beinta Isaksen
skrivari