Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

62. fundur

 

Ár 2006, týsdagin 28. februar, kl. 13.30 varð tingfundur settur.


Johan Dahl, løgtingsmaður, Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður,  løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 54-4/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fyri fíggjarárið 2004
Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
 

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 54-5/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 2004
Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

Tingmálini nr. 54-4/2005 og nr. 54-5/2005 vórðu viðgjørd undir einum.
 

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 58/2005: Uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd
Málið beint í rættarnevndina.
 

Framløga
Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir Bill Justinussen og Jenis av Rana vegna Miðflokkin hava lagt fram tingmál nr. 64/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m., at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 65/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um uppihald á stovni o.l., at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 66/2005: Uppskot til løgtingslóg um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons (BT), at Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 70/2005: Uppskot til samtyktar um EFTA og ræði á málum og málsøkjum, og at Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, hevur lagt fram tingmál nr. 77/2005: Uppskot til samtyktar um samferðsluætlan fyri Suðurøkið

Tikið av dagsskrá

Svar upp á fyrispurning nr. 100-35/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi broyttum skattatrýsti á miðallønir farnu 10-12 árini og svar upp á fyrispurning nr. 100-36/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi ætlanini at einskilja Elektron

 

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-41/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí at vera orðblindur, og
nr. 100-42/2005 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi foreldrarætti

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 1. mars 2006, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-41/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí at vera orðblindur
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-42/2005 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi foreldrarætti
  4. Svar uppá fyrispurning nr. 100-35/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni viðvíkjandi broyttum skattatrýsti á miðallønir farnu 10-12 árini.
  5. Svar uppá fyrispurning nr. 100-36/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi ætlanini at einskilja Elektron
  6. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 18.25 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Beinta Isaksen
skrivari