Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

61. fundur

 

Ár 2006, hósdagin 23. februar, kl. 15.15 varð tingfundur settur.


Høgni Hoydal, løgtingsmaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 61/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-0-15.
Málið avgreitt.

 

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-12.
Málið avgreitt.
 

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 55/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 56/2005: Uppskot til samtyktar um einsamallar uppihaldarar
Málið beint í trivnaðarnevndina.
 

Tikið av dagsskrá: 

1. viðgerð av tingmáli nr. 54-1/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2004, 1. viðgerð av tingmáli nr. 54-2/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri fíggjarárið 2004, 1. viðgerð av tingmáli nr. 54-3/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2004, svar upp á fyrispurning nr. 100-37/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi avhendingini av partabrøvum í Føroya Lívstrygging til tryggingartakararnar.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 28. februar 2006, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 54-4/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fyri fíggjarárið 2004
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 54-5/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 2004
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
Tingmálini nr. 54-4/2005 og nr. 54-5/2005 verða viðgjørd undir einum.

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 58/2005: Uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd
Málið verður beint í rættarnevndina.

4.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-35/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi broyttum skattatrýsti á miðallønir farnu 10-12 árini

5.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-36/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi ætlanini at einskilja Elektron

6.      Framløga. 

 

Fundur lokin kl. 18.25 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari