Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

60. fundur

 

Ár 2006, hósdagin 23. februar, kl. 14.00 varð tingfundur settur.


Høgni Hoydal, løgtingsmaður, landsstýrismenninir Jógvan á Lakjuni og Jacob Vestergaard , og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 61/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð
Broytingaruppskot frá minnilutanum í vinnunevndini, Henrik Old, Gerhard Lognberg og Alfred Olsen, til § 1 samtykr 16-0-15. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 16-0-15. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006
Uppskotið samtykt 19-0-12. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 23. februar 2006, kl. 15.15 við hesi dagsskrá:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 61/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 55/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 56/2005: Uppskot til samtyktar um einsamallar uppihaldarar
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 54-1/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2004
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 54-2/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri fíggjarárið 2004
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 54-3/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2004
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
Tingmálini nr. 54-1/2005, nr. 54-2/2005 og nr. 54-3-2005 verða viðgjørd undir einum.

7.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-37/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmamnni, viðvíkjandi avhendingini av partabrøvum í Føroya Lívstrygging til tryggingartakararnar

8.      Framløga 

 

 

Fundur lokin kl. 15.13 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari