Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

59. fundur

 

Ár 2006, hósdagin 23. februar, kl. 13.35 varð tingfundur settur.


Høgni Hoydal, løgtingsmaður, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, landsstýrismenninir Hans Pauli Strøm, Jógvan á Lakjuni, Jacob Vestergaard og Bjørn Kalsø, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi. 

 

Til viðgerðar:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 49/2005: Uppskot til løgtingslóg um tinglýsingaravgjald
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0.
Málið avgreitt.
 

2.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit tingmáli nr.61/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð, og at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 1-9/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006.

 

Tikið av dagsskrá: 

1. viðgerð av tingmáli nr. 55/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti, 1. viðgerð av tingmáli nr. 56/2005: Uppskot til samtyktar um einsamallar uppihaldarar, 1. viðgerð av tingmáli nr. 54-1/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2004, 1. viðgerð av tingmáli nr. 54-2/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri fíggjarárið 2004, 1. viðgerð av tingmáli nr. 54-3/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2004, og svar upp á fyrispurning nr. 100-37/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi avhendingini av partabrøvum í Føroya Lívstrygging til tryggingartakararnar


Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 23. februar 2006, kl. 14.00 við hesi dagsskrá
:

 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 61/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006

3.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 13.45 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari