Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

58. fundur

 

Ár 2006, mikudagin 22. februar, kl. 10.00 varð tingfundur settur.


Løgtingsmenninir Páll á Reynatúgvu og Sverre Midjord, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 61/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð
Viðgerðin niðurløgd.
 

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006
Viðgerðin niðurløgd.
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.06
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 

3.      Munnligir fyrispurningar
 

4.      Framhaldandi 1. viðgerð av tingmáli nr. 61/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð
Málið beint í vinnunevndina.
 

5.      Framhaldandi 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006
Málið beint í fíggjarnevndina.

Tingmálini nr. 61/2005 og nr. 1-9/2005 vórðu viðgjørd undir einum.
 

6.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 57/2005: Uppskot til løgtingslóg til heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingar

 

Tikið av dagsskrá: 

Svar upp á fyrispurning nr. 100-35/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi broyttum skattatrýsti á miðallønir farnu 10-12 árini


Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 23. februar 2006, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:
 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 49/2005: Uppskot til løgtingslóg um tinglýsingaravgjald

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 55/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 56/2005: Uppskot til samtyktar um einsamallar uppihaldarar
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 54-1/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2004
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 54-2/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri fíggjarárið 2004
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 54-3/2005: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2004
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
Tingmálini nr. 54-1/2005, nr. 54-2/2005 og nr. 54-3/2005 verða viðgjørd undir einum.

7.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-37/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmamnni, viðvíkjandi avhendingini av partabrøvum í Føroya Lívstrygging til tryggingartakararnar

8.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 18.01  

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari