Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

57. fundur

 

Ár 2006, týsdagin 21. februar, kl. 13.30 varð tingfundur settur.


Løgtingsmenninir Johan Dahl, Olav Enomoto og Anfinn Kallsberg, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 48/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll
§§ 1 og 2 fullu 7-0-20. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
 

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 49/2005: Uppskot til løgtingslóg um tinglýsingaravgjald
§§ 1 til og við 6 samtyktar 27-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 53/2005: Uppskot til samtyktar at seta nevnd viðvíkjandi umskipan av SEV til partafelag
Málið beint í rættarnevndina.
 

4.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 58/2005: Uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd, at tingmenninir Bill Justinussen og Jenis av Rana vegna Miðflokkin hava lagt fram tingmál nr. 59/205: Uppskot til samtyktar um sjóvinnuútbúgvingarmiðdepil, at Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 60/2005: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 61/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð, at Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 1-9/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006, nr. 62/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) og nr. 63/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin), at tingmenninir Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk hava lagt fram tingmál nr. 1-10/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006-2, og at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 50/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
 

5.      Frávik
Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir
Alfred Olsen, Lisbeth L. Petersen, Poul Michelsen, Heðin Zachariasen, Vilhelm Johannesen, Marjus Dam, Jørgen Niclasen, Kaj Leo Johannesen, Bill Justinussen, Jógvan við Keldu, Andrias Petersen, John Johannessen, Henrik Old, Gerhard Lognberg, Kristian Magnussen, Óli Breckmann, Jenis av Rana og Kári P. Højgaard heita á Løgtingið um at gera frávik í tíðarfreistini, sambært § 85 í tingskipanini á øllum viðgerðarstigum í løgtingsmáli nr. 61/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð og í løgtingsmáli nr. 1-9/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006.
Samtykt 21-0-7.
 

6.      Bárður Nielsen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-34/2005 frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikum hjá fjøldini at keypa partabrøv, nú almennar fyritøkur verða eindskildar
Málið avgreitt.
 

Tikið av dagsskrá: 

Svar upp á fyrispurning nr. 100-36/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi ætlanini at einskilja Elektron.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 22. februar 2006, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 61/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð
Málið verður beint í vinnunevndina.

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2006
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
Tingmálini nr. 61/2005 og nr. 1-9/2005 verða viðgjørd undir einum.

3.      Munnligir fyrispurningar

4.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-35/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi broyttum skattatrýsti á miðallønir farnu 10-12 árini

5.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 18.35 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari