Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

56. fundur

 

Ár 2006, mikudagin 15. februar, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

 

 

Til viðgerðar:

 

1.      Munnligir fyrispurningar

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 21. februar 2006, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 48/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 49/2005: Uppskot til løgtingslóg um tinglýsingaravgjald

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 53/2005: Uppskot til samtyktar at seta nevnd viðvíkjandi umskipan av SEV til partafelag
Málið verður beint í rættarnevndina.

4.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-34/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikum hjá fjøldini at keypa partabrøv, nú almennar fyritøkur verða eindskildar

5.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-36/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi ætlanini at einskilja Elektron

6.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 18.15 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari