Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

54. fundur

 

Ár 2006, hósdagin 9. februar, kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Høgni Hoydal, Jenis av Rana og Sverre Midjord vóru ikki á fundi.
 

Til viðgerðar:

 

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-38/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá John Johannessen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tiltøkum ímóti ávísum lærarum í Hoydølum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

2.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-39/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi USA-ferð hjá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

3.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-40/2005 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, viðvíkjandi lands- og kommunuuppgávum, samanlegging o.a.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 47/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um búskaparráð
§§ 1 og 2 fullu 2-3-22. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
 

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 50/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
Málið beint í mentanarnevndina.
 

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 51/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum
Málið beint í vinnunevndina.
 

7.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 48/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll og nr. 49/2005: Uppskot til løgtingslóg um tinglýsingaravgjald.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 14. februar 2006, kl. 10.00  við hesi dagsskrá:
 

1.      Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-2/2005: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um vinnupolitikk

2.      Framløga 

Fundur lokin kl. 16.40 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari