Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

51. fundur

 

Ár 2006, týsdagin 31. januar, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

 

Sverre Midjord, løgtingsmaður, og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi
 

Til viðgerðar:

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 49/2005: Uppskot til løgtingslóg um tinglýsingaravgjald
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

2.      Bárður Nielsen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-32/2005 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi fíggjarpolitikki og realløn hjá ymsum samfelagsbólkum
Málið avgreitt.
 

3.      Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-33/2005 frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi manning av skipum
Málið avgreitt.
 

4.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 50/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, og at tingmenninir Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk, Høgni Hoydal, Páll á Reynatúgvu, Hergeir Nielsen, Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen og Karsten Hansen vegna Tjóðveldisflokkin hava lagt fram tingmálini nr. 51/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum, og nr. 52/2005: Uppskot til samtyktar um fráboðan til Sameindu Tjóðir.
 

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-34/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikum hjá fjøldini at keypa partabrøv, nú almennar fyritøkur verða eindskildar

nr. 100-35/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi broyttum skattatrýsti á miðallønir farnu 10-12 árini

nr. 100-36/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi ætlanini at einskilja Elektron, og nr. 100-37/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi avhendingini av partabrøvum í Føroya Lívstrygging til tryggingartakararnar

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 1. februar 2006, kl. 13.30  við hesi dagsskrá:

 

1.      Munnligir fyrispurningar.

2.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-34/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikum hjá fjøldini at keypa partabrøv, nú almennar fyritøkur verða eindskildar

3.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-35/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi broyttum skattatrýsti á miðallønir farnu 10-12 árini

4.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-36/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi ætlanini at einskilja Elektron

5.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-37/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi avhendingini av partabrøvum í Føroya Lívstrygging til tryggingartakararnar

6.      Framløga

 

Fundur lokin kl. 17.58

 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

 /Marius Rein

skrivari