Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

50. fundur

 

Ár 2005, týsdagin 20. desember, kl. 15.40 varð tingfundur settur.

 

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi
 

Til viðgerðar:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2005
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-1-2.
Málið avgreitt.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 31. januar 2006, kl. 13.30  við hesi dagsskrá:
 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 49/2005: Uppskot til løgtingslóg um tinglýsingaravgjald
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

2.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-32/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi fíggjarpolitikki og realløn hjá ymsum samfelagsbólkum

3.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-33/2005 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi manning av skipum

4.      Framløga

 

At enda ynskti formaðurin øllum somlum eini gleðilig jól og eitt eydnu­berandi nýggjár.

 

 

Fundur lokin kl. 16.24 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari