Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

43. fundur

 

Ár 2005, týsdagin 13. desember, kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, var ikki á fundi
 

Til viðgerðar:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2005: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2005
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-0.
Málið avgreitt.
 

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 17/2005: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul til telefonútreiðslur hjá langfarasjómonnum
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-2.
Málið avgreitt.
 

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 35/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (broytt skattaprosent fyri partafeløg v.m.)
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
Málið avgreitt.
 

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 36/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-10.
Málið avgreitt.
 

5.      3. viðgerð av tingmáli nr. 41/2005: Uppskot til løgtingslóg um avhendan av sambýlunum í Kollafirði og Vestmanna
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-8.
Málið avgreitt.
 

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 42/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum
§§ 1 og 2 samtyktar 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 12/2005: Uppskot til løgtingslóg um at gera íløgur í útvarps- og sjónvarpssendinetið
Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til § 1 samtykt 29-1-2. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-1-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 30/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
Broytingaruppskot frá minnilutanum í fíggjarnevndini, Páll á Reynatúgvu og Karsten Hansen, til § 2 fall 10-0-22. Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg, Kristian Magnussen, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Kára P. Højgaard, til § 1 samtykt 32-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 32-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

9.      2. viðgerð av tingmáli nr. 31/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bókasøvn
Broytingaruppskot frá meirilutanum í mentanarnevndini, Andrias Petersen, Heðin Zachariasen, Marjus Dam, John Johannessen og Olav Enomoto, til §§ 13 og 21 samtykt 19-0-12. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 19-0-12. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

10.  2. viðgerð av tingmáli nr. 21/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna “kynsliga orientering”)
Uppskot til ríkislógartilmæli §§ 1 og 2 fullu 12-0-20.
Málið avgreitt.
 

11.  Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-25/2005 frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi einskiljingini av Atlantic Airways
Málið avgreitt.
 

12.  Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-28/2005 frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðinum í nevndini til endurskoðan av landbúnaðarlóggávuni
Málið avgreitt.
 

13.  Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 46/2005: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli, og at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 40/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing.
 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 14. desember 2005, kl. 13.30  við hesi dagsskrá:

 

1.      Munnligir fyrispurningar

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 44/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 45/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin)

4.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-26/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Anniku Olsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyskari luttøku í Bologne tilgongdini

5.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 17.19 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari