Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

41. fundur

 

Ár 2005, hósdagin 8. desember, kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Høgni Hoydal, Mamy Dahl Sørensen og Poul Michelsen, Jóannes Eidesgaard, løgmaður og Søren Christensen,  ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi
 

Til viðgerðar:

 

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-32/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi fíggjarpolitikki og realløn hjá ymsum samfelagsbólkum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 35/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (broytt skattaprosent fyri partafeløg v.m.)
§§ 1, 2 og 3 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 36/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)
§§ 1, 2 og 3 samtyktar 17-0-10. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 17/2005: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul til telefonútreiðslur hjá langfarasjómonnum
§§ 1, 2 og 3 samtyktar 27-0-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 41/2005: Uppskot til løgtingslóg um avhendan av sambýlunum í Kollafirði og Vestmanna
Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Annitu á Fríðriksmørk og Finni Helmsdal, til § 4 fall 6-1-22. §§ 1 til og við 4 samtyktar 22-0-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

6.      Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-23/2005 frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni viðvíkjandi pedagogútbúgvingini
Málið avgreitt.
 

7.      Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-27/2005 frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi sernámsfrøðiliga økinum
Málið avgreitt.
 

8.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 12/2005:
Uppskot til løgtingslóg um at gera íløgur í útvarps- og sjónvarpssendinetið

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 9. desember 2005, kl. 10.00  við hesi dagsskrá:
 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2005: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2005

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 48/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

3.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-21/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Toll- og Skattstovu Føroya – Eysturoyar og Norðoya øki

4.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-30/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi kynsbýti í leiðandi størvum hjá P/F Føroya Banka

5.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 15.44 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari