Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

40. fundur

 

Ár 2005, mikudagin 7. desember, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Sverre Midjord, Heðin Zachariasen og Poul Michelsen, landsstýrismenninir Bjarni Djurholm og Jógvan á Lakjuni vóru ikki á fundi
 

Til viðgerðar:

 

1.      Munnligir fyrispurningar
 

2.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 30/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 31/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bókasøvn, og at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 42/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum.

 

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-19/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, viðvíkjandi  føroyskum EFTA limaskapi og fríhandilsavtalum
 

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-32/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi fíggjarpolitikki og realløn hjá ymsum samfelagsbólkum

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 8. desember 2005, kl. 13.30  við hesi dagsskrá:
 

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-32/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi fíggjarpolitikki og realløn hjá ymsum samfelagsbólkum

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 35/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (broytt skattaprosent fyri partafeløg v.m.)

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 36/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 17/2005: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul til telefonútreiðslur hjá langfarasjómonnum

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 41/2005: Uppskot til løgtingslóg um avhendan av sambýlunum í Kollafirði og Vestmanna

6.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-23/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni viðvíkjandi pedagogútbúgvingini

7.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-27/2005 til Hans Paula Strøm, landsstýrimann í almannamálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi sernámsfrøðiliga økinum

8.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 17.55 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari