Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

36. fundur

 

Ár 2005, fríggjadagin 2. desember, kl. 10.05 varð tingfundur settur.

 

Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, landsstýrismenninir Jógvan á Lakjuni og Jacob Vestergaard, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi
 

Fráboðan
Formaðurin las skriv frá løgmanni, dagfest 2. desember 2005, har løgmaður ger Løtginginum kunnugt, at løgmaður 1. desember 2005 hevur loyst Jógvan við Keldu úr embætinum sum landsstýrismaður samsvarandi løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya § 29, 2. stk. og samstundis hevur tilnevnt Jacob Vestergaard sum landsstýrismann i inn­lendis­málum samsvarandi § 27, stk. 2 í lógini um stýrisskipan Føroya.

 

Frávik
Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir
John Johannessen, Jørgen Niclasen, Henrik Old, Finnur Helmsdal, Andrias Petersen, Jákup Mikkelsen, Poul Michelsen, Kári P. Højgaard, Kristian Magnussen, Johan Dahl, Anfinn Kallsberg, Alfred Olsen, Kaj Leo Johannesen, Tórbjørn Jacobsen, Lisbeth L. Petersen, Bill Justinussen, Annita á Fríðriksmørk, Jenis av Rana, Páll á Reynatúgvu og Hergeir Nielsen heita á Løgtingið um at gera frávik í tíðarfreistini, sambært § 85 í tingskipanini, millum 1., 2. og 3. viðgerð av løgtingsmálinum nr. 1-6/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2005-2, soleiðis at málið verður endaliga avgreitt frá tinginum fríggjadagin 2. desember 2005. 

Samtykt 25-0-0.
 

Til viðgerðar:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2005-2
Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.  

 

Tikið av dagsskrá: 

2. viðgerð av tingmáli nr. 19/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju, 2. viðgerð av tingmáli nr. 24/2005: Uppskot til broytingar í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin), 2. viðgerð av tingmáli nr. 32/2005: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum, 2. viðgerð av tingmáli nr. 37/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðs­marknaðareftirlønargrunn, 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2005: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2005, 1. viðgerð av tingmáli nr. 47/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um búskaparráð, og svar upp á fyrispurning nr. 100-17/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, (Høgni Hoydal) viðvíkjandi hægri útbúgving og gransking innan føroyska løgfrøði

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 2. desember 2005, kl. 12.05  við hesi dagsskrá:
 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2005-2

2.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 12.02 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari